v1 Tá ið Jósva var vorðin gamal og hevði mong ár á baki, segði Harrin við hann: »Tú ert vorðin gamal og hevur nógv ár á baki, men almikið er enn eftir av landinum at hertaka. v2 Hetta er landið, sum er eftir: Alt landaøki Filista og alt land Gesjurita. v3 Frá Sjihor eystanvert við Egyptaland og alt at Ekrons landamarki í norðuri, sum Kánáanitar verða hildnir at eiga, hinir fimm høvdingar Filista í Gaza, Ásdod, Askalon, Gát og Ekron; og somuleiðis Ávitar í suðuri; v4 framleiðis alt land Kánáanita frá Meara, sum Zidonitar eiga, og alt at Áfek og at landamarki Ámorita v5 og tað landið, ið hevur Libanon sum landamark eystantil; frá Báal-Gád undir Hermons fjalli og alt at Hámat, v6 allar íbúgvar fjallabygdanna frá Libanon og alt at Misrefot-Májim, allar Zidonitar, vil eg týna fyri tykkum. So skift tað nú sundur millum Ísraelsmanna til ognar, eins og eg havi boðið tær. v7 Lat nú hini hálvatíggjundu ætt lutast hetta landið í arv.« v8 Hin hálva ætt Manasse og við henni Rubenitar og Gáditar høvdu jú fingið sín lut, ið Móses gav teimum fyri eystan Jórdan, eins og Móses, tænari Harrans, gav teimum hann: v9 frá Ároer við Arnons áarbakka, borgini í miðjum dalinum, allan slættan frá Medeba alt at Dibon; v10 og framleiðis allar borgir hjá Sihoni, kongi Ámorita, sum var kongur í Hesjbon, alt at landamarki Ammonita; v11 somuleiðis Gilead og alt land Gesjurita og Máakatita, øll Hermons fjøll og Básjan alt at Salka; v12 alt kongaríkið hjá Og í Básjan, sum ríkti í Asjtarot og Edrei og var einastur eftir av Refaitum. Móses hevði vigið teir og beint fyri teimum. v13 Men Ísraelsmenn beindu ikki fyri Gesjuritum og Máakatitum; tí búgva Gesjuritar og Máakatitar millum Ísraelsmanna enn í dag. v14 Einans ætt Levi gav hann ongan arvalut; Harrin, Ísraels Guð, skuldi vera arvalutur hans, eins og hann hevði heitt honum.
v15 Og hvørjum kyntátti av Rubens ætt gav Móses sín lut; v16 teir fingu landið frá Ároer við Arnons áarbakka frá borgini í miðjum dalinum, allan slættan alt at v17 Hesjbon og allar borgir á slættanum, Dibon, Bámot-Báal, Bet-Bál-Meon, v18 Jáhza, Kedemot, Mefáat, v19 Kirjatáim, Sibma, Zeret-Sjahar á Dalafjalli, v20 Bet-Peor í Pisgalíðum og Bet-Jesjimot; v21 framleiðis allar borgir á slættanum og alt kongaríki Sihons, Ámorita kongs, ið sat sum kongur í Hesjbon, og sum Móses vá samstundis við høvdingar Midianita Evi og Rekem, Zur og Hur og Reba, jallar Sihons, ið búðu í landinum. v22 Ísraelsmenn vógu eisini spásagnarmannin Bileam Beorsson við svørði umframt aðrar, sum teir drópu. v23 Og landamarkið hjá Rubenitum varð Jórdan; og hetta landið við borgum og torpum lutaðist Rubenitum eftir kyntáttum teirra. v24 Og Móses gav hvørjum kyntátti av Gáds ætt sín landslut; v25 og hetta vórðu landslutir teirra: Jázer og allar borgir í Gilead og helmingur av landi Ammonita alt at Ároer, ið liggur fyri eystan Rabba; v26 og landið frá Hesjbon alt at Rámat-Mizpe og Betonim; og frá Máhanáim og alt at landamarki Lodebars. v27 Framleiðis í dalinum Bet-Háram, Bet-Nimra, Sukkot og Záfon, eftirstøðurnar av kongaríki Sihons, kongs í Hesjbon, við Jórdan sum landamark alt at suðurendanum á Kinnerots vatni fyri eystan Jórdan. v28 Hetta landið við borgum og torpum varð arvalutur Gádita eftir kyntáttum teirra.
v29 Og Móses gav hvørjum kyntátti av Manasse hálvu ætt sín landslut; v30 land teirra gekk frá Máhanáim yvir alt Básjan, alt kongaríkið hjá Og, kongi av Básjan, og allar tjaldbygdir Jáirs, sum eru í Básjan, seksti bygdir, v31 helmingin av Gilead og Asjtarot og Edrei, høvuðsborgir í kongaríki Ogs í Básjan. Hetta fingu synir Mákirs Manassesonar, tað er helmingurin av Mákirs sonum eftir kyntáttum teirra. v32 Hesi vóru tey landsøki, sum Móses á Móabs slætta fyri eystan Jórdan áraka Jeriko lutaði sundur. v33 Men ætt Levi gav Móses ongan arvalut. Harrin, Ísraels Guð, er arvalutur hennara, eins og hann hevði heitt teimum.