v1 Hetta er tað landøki, sum Ísraelsmonnum lutaðist í Kánáanlandi, tað sum Eleazar prestur, Jósva Nunsson og ættarhøvdingar Ísraelsmanna lótu teir fáa til ognar v2 við lutakasti samsvarandi tí, sum Harrin hevði boðið við Mósesi viðvíkjandi teimum níggju ættunum og hini hálvu, v3 tí at hálvari triðju ætt hevði Móses givið arvalut hinumegin Jórdan; og Levitum hevði hann ikki givið arvalut teirra millum, v4 tí at Jósefs synir vóru tvær ættir, Manasse og Efraim; og Levitum góvu teir ongan lut í landinum, men einans borgir at búgva í og beiti har hjá fyri fenað teirra og djór. v5 Tað, sum Harrin hevði álagt Mósesi, gjørdu Ísraelsmenn og lutaðu landið sundur.
v6 Tá gingu Júda synir fram fyri Jósva í Gilgal; og Káleb Jefunneson Kenizziti mælti við hann: »Tú veitst, hvat ið Harrin talaði við Guðsmannin Móses í Kádesj-Barnea viðvíkjandi mær og tær. v7 Eg var fjøruti ára gamal, tá ið Móses, tænari Harrans, sendi meg frá Kádesj-Barnea at kanna landið; og eg bar honum boð aftur, sum eg helt vera sonn. v8 Men brøður mínir, sum vóru í ferðini við mær, tóku dirvið frá fólkinum; men eg var Harranum, Guði mínum, fult lýðin. v9 Og Móses svór tann dagin: Vissuliga skal tað landið, sum tú hevur sett fót tín á, verða tær og børnum tínum til ognar um ævir aftur fyri, at tú vart Harranum, Guði mínum, fult lýðin! v10 Og sí, Harrin hevur hildið orð sítt og latið meg liva í hesi fjøruti og fimm ár, síðan Harrin segði hetta við Móses, ta ferðina tá Ísraelsmenn fóru um í oyðimørkini. Og sí, nú eri eg áttati og fimm ára gamal. v11 Megi mín er enn í dag hin sama sum ta ferðina, tá ið Móses sendi meg út; eg eri líka so reystur í orrustu og til at fara um. v12 So gev mær nú hetta fjallalandið, sum Harrin hina ferðina talaði um; tú hoyrdi tað jú sjálvur. Víst búgva har Ánakitar, og borgirnar eru miklar og víggirdar; men kanska Harrin vil vera við mær og týna teir, so sum hann hevur heitt.« v13 Tá signaði Jósva Káleb Jefunneson og gav honum Hebron til óðals. v14 Soleiðis fekk Kenizzitin Káleb Jefunneson Hebron, og er hon ogn hansara enn í dag, av tí at hann var Harranum, Ísraels Guði, fult lýðin. v15 Men Hebron æt áður Kirjat-Arba eftir Arba, ið var størstur av Ánakitum. Eftir hetta gekk eingin ófriður á landið.