Land hinna seks ættargreinanna: Símeons

v1  Annað lutkastið rakti Símeon, ætt Símeons sona eftir kyntáttum teirra, og fingu teir arvalut sín uppi í miðjum arvaluti Júdasona. v2  Teirra arvalutur var: Beersjeba, Sjema, Mólada, v3  Házar-Sjúal, Bála, Ezem, v4  Eltolad, Betul, Horma, v5  Ziklag, Bet-Markabot, Házar-Súsa, v6  Bet-Lebaot, Sjáruhen, trettan borgir og torpar teirra; v7  En-Rimmon, Tóken, Eter, Ásjan, tilsamans fýra borgir og torpar teirra; v8  og somuleiðis allir torpar, ið lógu kring um hesar borgir, alt at Báalat-Beer, Ráma suðurlandsins. Hetta var arvaluturin hjá ætt Símeons sona eftir kyntáttum teirra. v9  Símeons synir fingu sín lut burtur av arvaluti Júdasona, av tí at arvalutur Júdasona var ov stórur fyri teir; tí var lutur Símeons sona uppi í arvaluti Júdasona.

Land Zebulons

v10  Triðja lutkastið rakti Zebulons synir eftir kyntáttum teirra; og landamark arvaluts teirra gekk alt at Sárid. v11  Markið gekk vestureftir niðan móti Márala tætt fram við Dábesjet at ánni, sum rennur fyri eystan Jokneam; v12  og frá Sárid eystureftir móti sólarrisi at landamarki Kislot-Tábors; haðan til Dobrat og niðan til Jáfia. v13  Haðan gekk tað eystureftir móti sólarrisi yvir at Gitta-Hefer og til Et-Kázin og haðan til Rimmona og alla leið til Nea. v14  Haðan gekk tað norðureftir og endaði í dalinum við Jifta-El. v15  Saman við Kátat, Náhalal, Sjimron, Jideala og Betlehem vóru tað tólv borgir við torpum. v16  Hesar borgir við torpum vóru arvalutir Zebulons sona eftir kyntáttum teirra.

Land Issakars

v17  Fjórða lutkastið rakti Issakar, Issakars synir eftir kyntáttum teirra. v18  Og landslutur teirra varð Jizreel, Kesulot, Sjúnem, v19  Háfaráim, Sjion, Ánahárat, v20  Rabbit, Kisjon, Ebez, v21  Remet, En-Gannim, En-Hadda, Bet-Pazzez. v22  Og landamarkið bar við Tábor, Sjáhazim og Bet-Sjemesj og endaði úti við Jórdan; tilsamans sekstan borgir og torpar teirra. v23  Hetta var tann arvalutur, ið ognaðist ætt Issakars sona eftir kyntáttum teirra, borgir og torpar.

Land Ásjers

v24  Fimta lutkastið rakti ætt Ásjers sona eftir kyntáttum teirra; v25  og varð landamark teirra Helkat, Háli, Beten, Aksjaf, v26  Álammelek, Ámead, Misjal; og framleiðis bar landamarkið við Karmel, Jáma og Sjihor-Libnat. v27  Haðan gekk tað eystureftir til Bet-Dágon og bar við Zebulon og dalin við Jifta-El norðantil og gekk síðan til Bet-Emek, Neiel og norður at Kábul, v28  Abdon, Rehob, Hammon, Kána alt at Zidon, borgini miklu. v29  Haðan gekk landamarkið yvir at Ráma og hini víggirdu borg Týrus, síðan til Hósa og endaði úti við havið; framleiðis Máhalab, Akzib, v30  Akko, Áfek, Rehob; tilsamans tjúgu og tvær borgir umframt torpar. v31  Hesar borgir við torpum vóru arvaluturin hjá ætt Ásjers sona eftir kyntáttum teirra.

Land Naftali

v32  Sætta lutkastið rakti Naftali synir, Naftali synir eftir kyntáttum teirra. v33  Teirra landamark gekk frá Helef, frá eikini við Záanannim og Ádami-Nekeb og Jabneel alt at Lakkum og endaði úti við Jórdan. v34  Haðan gekk markið vestureftir til Aznot-Tábor og haðan til Hukkok og tætt fram við Zebulon sunnantil, Ásjer vestantil og Jórdan eystantil. v35  Av víggirdum borgum vóru: Ziddim, Zer, Hammat, Rakkat, Kinneret, v36  Ádama, Ráma, Házor, v37  Kedesj, Edrei, En-Házor, v38  Jireon, Migdal-El, Hórem, Bet-Ánat og Bet-Sjemesj, tilsamans nítjan borgir og torpar afturat. v39  Hesar borgir við torpum vóru arvaluturin hjá ætt Naftali sona eftir kyntáttum teirra.

Land Dáns

v40  Sjeynda lutkastið rakti ætt Dáns sona eftir kyntáttum teirra. v41  Og landamark arvaluta teirra vóru: Zórea, Esjtaol, Ir-Sjemesj, v42  Sjáalabbin, Ajjalon, Jitla, v43  Elon, Timna, Ekron, v44  Elteka, Gibbeton, Báalat, v45  Jehud, Bene-Berak, Gát-Rimmon, v46  Me-Jarkon og Rakkon við landaøkinum yvir móti Jáfo. v47  Men land Dáns sona varð teimum ov trongt; teir fóru tí niðan og herjaðu á borgina Lesjem, hertóku hana og vógu hana við svørði; teir ognaðu sær hana og búsettust har og nevndu hana Dán eftir Dán, ættarfaðir sínum. v48  Hesar borgir við torpum vóru arvaluturin hjá ætt Dáns sona eftir kyntáttum teirra.

Lutur Jósva

v49  Tá ið teir høvdu skift landið sundur at ytstu landamarkum, góvu Ísraelsmenn Jósva Nunssyni arvalut sín ámillum. v50  Eftir boði Harrans góvu teir honum ta borg, sum hann sjálvur kjósaði sær, Timnat-Sera á Efraims fjøllum. Og hann víggirdi hana og setti búgv har. v51  Hetta vóru teir arvalutir, sum Eleazar prestur og Jósva Nunsson og ættarhøvdingar Ísraels sona skiftu sundur við lutkasti í Silo fyri ásjón Harrans við dyr samfundartjaldsins. Soleiðis luku teir at skifta landið sundur.