v1 Tá kallaði Jósva Rubenitar og Gáditar og hálvu ætt Manasse fyri seg v2 og segði við teir: »Tit hava trúliga hildið alt tað, sum Móses, tænari Harrans, beyð tykkum, og eisini hava tit verið lýdnir móti øllum tí, sum eg legði fyri tykkum. v3 Alla hesa tíð alt fram at hesum degi hava tit ikki svikið brøður tykkara, men trúliga varðveitt boð Harrans, Guðs tykkara. v4 Men nú hevur Harrin, Guð tykkara, givið brøðrum tykkara frið, eins og hann hevði heitt teimum; snúgvið tí nú heim aftur í tjaldbúðir tykkara, í tað land, har ognir tykkara eru, sum Móses, tænari Harrans, gav tykkum hinumegin Jórdan. v5 Men leggið tykkum eina við at varðveita tað lógboð og ta lóg, sum Móses, tænari Harrans, hevur boðið tykkum, til tess at elska Harran, Guð tykkara, og ganga allar leiðir hansara og varðveita boðorð hansara og halda tykkum aftur at honum og tæna honum av heilum huga og allari sál tykkara!« v6 Síðan vælsignaði Jósva teir og læt teir fara heim aftur í tjaldbúðir sínar. v7 Hálvari ætt Manasse hevði Jósva givið land í Básjan; men hinum helminginum hevði hann givið land saman við brøðrum teirra fyri vestan Jórdan. Og tá ið Jósva hevði givið teimum heimferðarloyvi og vælsignað teir, v8 fóru teir heim aftur í tjaldbúðir sínar við miklum eyði og nógvum fenaði, við silvuri og gulli, kopari og jarni og við almikið av klæðum; og alt, sum teir høvdu tikið frá fíggindum sínum, býttu teir sundur saman við brøðrum sínum.
v9 Síðan vendu Rubenitar, Gáditar og hálva ætt Manasse aftur og skildust við Ísraelsmenn í Silo í Kánáanlandi og fóru heim aftur í Gileads land, ognarland sítt, har ið teir høvdu tikið upp bústað sín, eins og Harrin hevði boðið teimum við Mósesi. v10 Og tá ið Rubenitar og Gáditar og hálva ætt Manasse komu til Gelilot við Jórdan í Kánáanlandi, reistu teir har við Jórdan mikið altar, ið sást langa leið. v11 Men tá ið hinir Ísraelsmenn frættu, at Rubenitar og Gáditar og hálva ætt Manasse høvdu bygt altar á markinum við Kánáanland í Gelilot við Jórdan hinumegin hjá Ísraelsmonnum, v12 tá savnaðist allur savnaður Ísraelsmanna saman í Silo til tess at fara í hernað móti teimum. v13 Ísraelsmenn sendu tá Rubenitum, Gáditum og hálvari ætt Manasse í Gileads landi Pinehas, son Eleazars prests, v14 og saman við honum tíggju høvuðsmenn, ein fyri hvørjum kyntátti av øllum ættum Ísraels; hvør teirra var høvdingi fyri ætt síni av Ísraels túsundum. v15 Og tá ið teir komu til Rubenitar og Gáditar og hálvu ætt Manasse, talaðu teir við teir soleiðis. v16 »So sigur allur savnaður Harrans: Hvat er hetta fyri trúloysi, sum tit hava sýnt móti Ísraels Guði, at tit í dag eru viknir frá Harranum og hava reist tykkum altar til tess at rísa upp ímóti Harranum. v17 Er okkum ikki nóg mikið hin misgerðin við Peor, sum vit enn í dag ikki hava tváað av okkum, so at savnaður Harrans tessvegna er illa farin? v18 Kortini víkja tit burtur frá Harranum; men um tit í dag rísa upp ímóti Harranum, so skal hann í morgin hella út vreiði sína yvir allan savnað Ísraels. v19 Men er ognarland tykkara óreint, so komið yvir í ognarland Harrans, har ið bústaður hansara er, og takið upp bústað okkara millum; men rísið ikki upp ímótí Harranum, ikki heldur ímóti okkum við at byggja tykkum annað altar enn altar Harrans, Guðs várs. v20 Kom ikki vreiði Harrans oman yvir allan savnað Ísraels ta ferðina, tá ið Ákan Zeraksson fór við svikráðum móti tí, sum bannført var, tó at hann bert var ein maður? Og mátti hann ikki bøta við lívinum aftur fyri misgerð sína?« v21 Tá svaraðu Rubenitar og Gáditar og hálva ætt Manasse og søgdu við høvdingar Ísraels túsunda: v22 »Hin máttugi Guð, Harrin, hin máttugi Guð, Harrin, veit tað, og Ísrael skal vita tað: Um tað er av ólýdni ella trúloysi móti Harranum, vit reistu okkum altar í teirri ætlan at víkja burtur frá Harranum, tá hjálpi hann okkum ikki í dag! v23 Og um tað var til at ofra brennioffur á tí ella grónoffur ella til at slátra takkaroffur á tí, tá hevni Harrin tess! v24 Nei, heldur var tað av ótta, at vit gjørdu hetta, tí at vit hugsaðu, at seinni kundu synir tykkara koma og siga við synir okkara: Hvat samband hava tit við Harran, Ísraels Guð? v25 Tit Rubenitar og Gáditar, hevur ikki Harrin sett Jórdan sum landamark millum okkara og tykkara? Tit eiga ongan lut í Harranum! Á henda hátt kundu synir tykkara elvt sonum okkara til at lætta av at óttast Harran. v26 Tí søgdu vit: Latum okkum reisa okkum altar ikki til brennioffurs ella til sláturoffurs, v27 men til at vera vitni millum okkara og tykkara og millum eftirmenn okkara eftir okkum um, at vit vilja inna tænastu fyri ásjón Harrans við brenniofrum, sláturofrum og takkarofrum, so at ikki børn tykkara onkuntíð seinni mega siga við børn okkara: Tit hava ongan lut í Harranum! v28 Og vit hugsaðu: Um teir onkuntíð seinni siga soleiðis við okkum og eftirkomarar okkara, tá munnu vit svara: Lítið at hesi eftirmynd av altari Harrans, ið fedrar okkara hava gjørt, ikki til brenniofra ella til sláturofra, men til at vera vitni millum tykkara og okkara. v29 Fjart verið tað frá okkum at rísa upp ímóti Harranum ella at víkja burtur frá Harranum í dag við at reisa annað altar til brenniofra, grónofra og sláturofra enn altar Harrans, Guðs várs, ið stendur fyri framman bústaði hans!« v30 Tá ið Pinehas og oddamenn savnaðarins og høvdingar Ísraels túsunda, ið við honum vóru, hoyrdu, hvat ið Rubenitar, Gáditar og Manassitar svaraðu, líkaði tað teimum væl. v31 Og Pinehas, sonur Eleazars prests, mælti við Rubenitar, Gáditar og Manassitar: »Í dag hava vit sannað, at Harrin er okkara millum, við tað at tit ikki eru sekir í hesum trúloysi móti Harranum; nú hava tit bjargað Ísraelsmonnum undan hond Harrans.« v32 Pinehas, sonur Eleazars prests, og høvdingarnir skildust síðan við Rubenitar, Gáditar og Manassitar og snúðust úr Gileadlandi heim aftur í Kánáanland til Ísraelsmenn og fluttu teimum hesi svør aftur. v33 Ísraelsmenn lótu sær hetta væl líka og lovaðu Guði og hugsaðu ikki meira um at fara í hernað móti Rubenitum, Gáditum og Manassitum til at oyða tað land, sum teir búðu í. v34 Og Rubenitar, Gáditar og Manassitar kallaðu altarið Vitni; tí at teir søgdu: »Tað skal verða vitni okkara millum um, at Harrin er Guð.«