v1 Eftir hetta segði Harrin við Jósva: »Óttast ikki og ver ikki ræddur, men tak við tær alt herfólkið og búgv teg til at fara móti Ai. Sí, eg vil geva kongin av Ai, fólk hansara og borg og land upp í hendur tínar. v2 Og tú skalt fara við Ai og kongi hennara, eins og tú fórt við Jeriko og kongi hennara; tó mega tit sjálvir hava tann herfong og fenað, sum tit har taka. Leggið tykkum á loynum fyri vestan borgina.« v3 Tá búði Jósva seg til at fara við øllum herliði sínum niðan til Ai; og hann valdi sær tríati túsund mans, reystar kappar, og sendi teir avstað um náttina v4 og segði við teir: »Tit skulu leggja tykkum á loynum fyri vestan borgina ikki ov langt frá henni, og verið allir samlir albúnir! v5 Men eg ætli við øllum monnum mínum at fara tætt at borgini; og tá ið teir so leggja út ímóti okkum eins og á fyrra sinni, vilja vit halda undan teimum; v6 tá munnu teir fara at elta okkum, til vit hava fingið teir langt burtur frá borgini; við tað at teir halda okkum flýggja undan sær eins og ta fyrru ferðina, v7 men tá skulu tit fara fram úr loynistaði tykkara og taka borgina, tí at Harrin, Guð tykkara, vil geva hana upp í hendur tykkara. v8 Og tá ið tit hava tikið borgina, skulu tit seta eld á hana. Ansið nú eftir at gera, so sum eg havi boðið tykkum.« v9 Síðan sendi Jósva teir avstað, og teir fóru og løgdu seg á loynum millum Betel og Ai vestanvert við Ai. Men Jósva varð verandi hjá herinum ta náttina. v10 Morgunin eftir fór Jósva snimma upp og kannaði herin; og saman við hinum elstu í Ísrael fór hann síðan á odda fyri fólkinum niðan til Ai. v11 Og alt herliðið, sum við honum var, fór tá niðan hagar; og teir nærkaðust í hvørjum, til teir høvdu borgina beint fyri framman sær; teir settu tá herbúðir sínar norðanvert við Ai, soleiðis at dalurin var millum teirra og Ai. v12 Hann tók tá fimm túsund mans og læt teir leggja seg á loynum millum Betel og Ai vestanvert við borgina. v13 Teir skipaðu nú í fylkingar alt fólkið, sum var norðan fyri borgina, og somuleiðis loyniflokkin, sum lá fyri vestan borgina; men Jósva sjálvur fór oman í miðjan dalin ta náttina. v14 Og tá ið kongurin av Ai varð varur við hetta, fór hann snimma á morgni við øllum herliði sínum í orrustu móti Ísrael í brekkuni frammanvert við Árábaslættan; men hann visti ikki, at ein flokkur lá á loynum fyri aftan borgina. v15 Tá ið nú Jósva og allir Ísraelsmenn lótust, sum teir máttu lúta fyri teimum og flýddu á vegnum móti oyðimørkini, v16 tá vórðu allir menn í borgini stevndir saman til tess at halda aftan á teir, og teir eltu Jósva, til teir vóru komnir langt frá borgini. v17 Eingin maður var eftir í Ai, sum ikki fór út at elta Ísrael; teir lótu borgina opna eftir seg og hildu aftan á Ísraelsmenn. v18 Tá segði Harrin við Jósva: »Rætt út spjótið, sum tú hevur í hendi, móti Ai, tí at eg vil geva hana upp í hendur tínar.« Og Jósva rætti út spjótið, sum hann hevði í hendi, móti Ai. v19 Men alt fyri eitt, sum hann rætti út hond sína, fóru teir, ið lógu á loynum, upp frá staði sínum og komu við renningarlopum at borgini og tóku hana og settu sum skjótast eld á hana. v20 Men tá ið menninir frá Ai litu aftur um bak og sóu roykin úr borgini standa til himins, tá viknaðu teimum vónir um at komast undan, av tí at alt tað herliðið, sum var flýtt út í oyðimørkina, nú vendi aftur og legði á eltarar sínar. v21 Og tá ið Jósva og allir Ísraelsmenn sóu, at loyniflokkurin hevði tikið borgina, og at roykurin stóð upp úr borgini, tá vendu teir við aftur og vógu menninar úr Ai. v22 Og tá ið hinir komu út aftur úr borgini ímóti teimum, tá komu borgarmenninir ímillum Ísraelsmanna, sum vógu teir, til eingin teirra var eftir, ið komst undan ella firraði lívinum. v23 Men kongin av Ai tóku teir á hondum livandi og komu til Jósva við honum. v24 Og tá ið Ísraelsmenn høvdu vigið allar Ai-búgvar úti á víðavangi í brattanum har, ið teir høvdu elt teir, og tá ið teir allir vóru falnir fyri svørði, so ikki ein teirra var eftir, tá vendu allir Ísraelsmenn aftur til Ai og vógu hana við bitrum brandi. v25 Talið á øllum teimum, ið fullu á tí degi, bæði køllum og konum, var tólv túsund øll, sum búðu í Ai. v26 Men Jósva tók ikki aftur til sín hondina, sum hann hevði rætt út við spjótinum, fyrr enn hann hevði bannført øll, sum búðu í Ai. v27 Men fenaðin og herfongin tóku teir úr borgini sær til handa eftir orðum Harrans, so sum hann hevði boðið Jósva. v28 Síðan brendi Jósva Ai og gjørdi hana at ævigum øskuheyggi og oyðirustum, so sum hon er enn í dag. v29 Men kongin av Ai hongdi hann upp í eitt træ og læt hann hanga til kvølds. Og tá ið sól fór til viða, beyð Jósva at taka likam hansara niður av trænum, og teir tveittu tað út um borgarliðið; har reistu teir yvir honum miklan varða av gróti, sum er til enn í dag.
v30 Tá reisti Jósva Harranum, Ísraels Guði, altar á Ebals fjalli, v31 eins og Móses, tænari Harrans, hevði boðið Ísraelsmonnum samsvarandi tí, sum skrivað stendur í lógbók Mósesar, altar av óhøgdum steinum, sum jarntól ikki hevði verið reiggjað yvir; og teir ofraðu Harranum brennioffur á tí og slátraðu takkaroffur.
v32 Og hann ritaði har á steinarnar, meðan Ísraelsmenn vóru hjá, eitt eftirrit av lógini, sum Móses hevði skrivað. v33 Og allur Ísrael, hinir elstu og tilsjónarmenn og dómarar tess stóðu báðumegin ørkina framman fyri Levitaprestunum, ið bóru sáttmálaørk Harrans, bæði útlendskir og innlendskir menn, annar helmingurin áraka Gárizims fjall og hin helmingurin áraka Ebals fjall, so sum Móses, tænari Harrans, í forðum hevði boðið at signa Ísraels fólk.
v34 Síðan las hann upp hvørt orð í lógini, bæði bølbiðingina og signingina, samsvarandi øllum, sum skrivað var í lógbókini. v35 Einki orð av øllum tí, sum Móses hevði boðið, synjaði Jósva at lesa fyri øllum savnaði Ísraels, bæði monnum og børnum og teimum fremmandu, sum vóru komin í fylgi við teimum.