v1 Tá ið nú kongarnir, ið búðu hinumegin Jórdan, í fjallalandinum, á láglandinum og á allari strondini fram við havinum mikla alt at Libanon, Hetitar, Ámoritar, Kánáanitar, Perezitar, Hivitar og Jebusitar, spurdu hetta, v2 tá tóku teir seg allir samlir saman til tess at berjast móti Jósva og Ísrael. v3 Men tá ið íbúgvar Gibeons hoyrdu, hvussu Jósva var farin við Jeriko og Ai, v4 fóru teir við svikum, fingu sær ferðavistir, løgdu gamlar sekkir upp á asnar sínar og gamlar, sundurstoknar, afturbøttar vínkíkar; v5 og teir skøddu seg við gomlum, slitnum klássum og lótu seg í spjarrar; og alt breyð, sum teir høvdu til ferðar, var turt og molnað. v6 Soleiðis fóru teir á fund við Jósva, gingu inn í herbúðirnar við Gilgal og søgdu við hann og allan Ísrael: »Vit eru komnir úr fjarlagdum landi, gerið nú sáttmála við okkum!« v7 Ísraelsmenn svaraðu Hivitum: »Kanska tit búgva her um leið, hvussu mega vit tá gera sáttmála við tykkum?« v8 Men teir søgdu við Jósva: »Vit eru trælir tínir.« Og Jósva segði við teir: »Hvørjir eru tit, og hvaðan koma tit?« v9 Teir svaraðu honum: »Úr einum ógvuliga fjarlagdum landi eru trælir tínir komnir vegna navn Harrans, Guðs tíns, av tí at vit hava hoyrt gitið hans og alt, sum hann gjørdi í Egyptalandi, v10 og hvussu hann fór við báðum kongum Ámorita hinumegin Jórdan, Sihoni kongi av Hesjbon og Og kongi av Básjan, sum búðu í Asjtarot; v11 tí hava okkara elstu og allir íbúgvar lands várs boðið okkum at taka ferðavistir og fara á fund við tykkum og siga við tykkum: Vit eru trælir tykkara, gerið nú sáttmála við okkum. v12 Her síggja tit breyð okkara! Tað var nýbakað, tá vit tóku tað við okkum heiman tann dagin, tá ið vit fóru avstað til tess at hitta tykkum. Og síggið nú, hvussu turt og molnað tað er! v13 Og hesir vínkíkar, ið vóru nýggir, tá ið vit fyltu teir, eru nú illa farnir, og skógvar okkara eru skræddir og klæðini rivin av teirri drúgvu ferð.« v14 Menninir tóku tá nakað av ferðavistum teirra uttan at spyrja Harran um ráð. v15 Og Jósva bant frið við teir og gjørdi tann sáttmála við teir, at teir skuldu verða á lívi, og høvuðsmenn savnaðarins svóru teimum grið. v16 Men tríggjar dagar eftir at teir høvdu gjørt henda sáttmála við teir, fingu teir at vita, at teir vóru grannar teirra og búðu tætt við, v17 tí at tá ið Ísraelsmenn hildu longur fram, komu teir á triðja degi at borgum teirra; borgir teirra vóru Gibeon, Kefira, Beerot og Kirjat-Jearim. v18 Men Ísraelsmenn drópu ongan teirra, av tí at høvuðsmenn savnaðarins høvdu svorið teimum grið við Harran, Ísraels Guð; tá ilskaðist allur savnaðurin inn á høvuðsmenninar; v19 men allir høvuðsmenninir søgdu við allan savnaðin: »Vit hava svorið teimum grið við Harran, Ísraels Guð; tí mega vit nú einki ilt gera teimum.« v20 Og høvuðsmenninir søgdu framvegis: »Á lívi skulu teir verða, so at ikki vreiði skal koma oman yvir okkum aftur fyri tann eið, sum vit hava svorið teimum; v21 men hetta vilja vit gera við teir: Teir skulu verða á lívi, men verða viðahøggarar og vatnberar hjá øllum savnaðinum.« Og so varð gjørt við teir, sum høvuðsmenninir høvdu sagt. v22 Tá stevndi Jósva teimum til sín og segði við teir: »Hví sviku tit okkum og søgdu, at tit búðu langt av leið frá okkum; og so búgva tit tætt við? v23 Tí skulu tit verða bølbidnir og trælir allar ævir, viðahøggarar og vatnberar í húsi Guðs várs!« v24 Teir svaraðu Jósva og søgdu: »Vit høvdu hoyrt gitið, at Harrin, Guð tín, hevði heitt Mósesi landið og boðið honum at avoyða allar íbúgvar tess; tí óttaðust vit um lívið fyri tykkum; og tess vegna gjørdu vit hetta. v25 Og sí, nú eru vit í tínum valdi; far nú við okkum, eins og tú heldur vera gott og rætt.« v26 Soleiðis gjørdi hann við teir og bjargaði teimum undan valdi Ísraelsmanna, so at teir ikki drópu teir. v27 Og Jósva gjørdi teir tann dagin til viðahøggarar og vatnberar fyri savnaðin og fyri altar Harrans. Og tað eru teir enn í dag á tí staði, sum hann útvaldi.