v1 Hvør situr hon eina, hin áður fjølbygda borgin hin máttuga tjóðanna millum situr nú sum einkja, ráddi fyri londum, og nú má hon træla. v2 Um nætur hon sáran grætur, tárini streyma henni á kinn, av øllum hennara ástvinum eingin hana uggar, allir hennara vinir hana sviku og gjørdust fíggindar hennara. v3 Júda er av landi farin fyri eymd og tungum oki; hon býr nú heidninganna millum, men finnur ongan hvíldarstað; allir hennara atsøkjarar fingu hana aftur, har vegir tóku at treingjast. v4 Vegirnir til Zion syrgja, av tí at eingir koma at halda hátíð. Øll hennara lið liggja oyðin, prestarnir suffa, moyggjarnar eru nívdar niður, og sjálv hevur hon beiska sorg. v5 Atsøkjarar hennara hava tikið ræðið, fíggindar hennara sita í trygdum, tí at Harrin nívdi hana fyri hennara mongu misbrot; fyri kúgaranum máttu børn hennara í útlegd fara. v6 Burtur hvarv frá Zions dóttur alt hennara skreyt, høvdingar hennara vórðu hjørtum líkir, ið einki beitilendi finna, máttleysir rýmdu teir undan atsøkjarum sínum.
v7 Á eymdardøgum og í heimloysi sínum mintist Jorsalborg á allar teir dýrgripir, sum hon áður hevði átt; tá ið fólk hennara fell í fígginda hendur, kom eingin til hjálpar, og fíggindar hennara hugdu at við látri, tá ið hon fór í sor. v8 Stórliga hevur Jorsalborg syndað, tí er hon vorðin til skemdar; øllum, ið heiðraðu hana, stóðst við hana, tí at teir sóu nakni hennara; sjálv má hon stynja og vendir sær burtur. v9 Hennara óreinska loðar við klædnafald hennara, ikki hon hugsaði um endalykt sína; øgiliga djúpt er hon fallin, eingin kom hana at ugga. Sí, Harri, eymd mína, tí at fíggindin brettir sær á. v10 Kúgarin rætti út hond sína eftir øllum dýrgripum hennar; ja, heidningarnar sá hon fara inn í halgidóm sín, teir, ið tú hevði sýtt at koma í savnað tín. v11 Alt fólk hennar stynur, leitar eftir føðslu; dýrgripir sínar tey góvu fyri mat til tess at bjarga sínum lívi. Sí, Harri, hygg hvussu vanvird eg eri! v12 Øll tit, ið koma framvið, hyggið og síggið, um nakar veit um tílíka kvøl sum hana, ið meg hevur rámað, meg, sum Harrin nívdi á degi sínum, tá ið vreiðin brann. v13 Av hæddum sendi hann eld, ið sló niður í bein míni, legði net fyri føtur mínar, rak meg aftur, gjørdi meg oydna, sjúka tann líðilanga dag. v14 Ok synda mína bant hann við hond síni, legði tað mær á herðar, breyt mína megi; Harrin gav meg upp í hendur teirra, sum eru mær yvirmentir. v15 Harrin hevur havnað øllum hetjum mínum, ið hjá mær vóru; boðið til hátíðarveitslu móti mær til tess at oyða ungmenni míni; vínfargið tróð hann til dóms yvir moynna, Júda dóttur. v16 Yvir hetta má eg gráta; eygu míni flóta í tárum, tí at fjart frá mær er uggarin, ið lívga kundi sál mína; farin eru børn míni, tí at fíggindin var ov sterkur.
v17 Zion rættir út hendur sínar, eingin hana uggar; Harrin beyð út ímóti Jákupi fíggindum hans alt íkring; Jorsalborg er vorðin til skemdar ímillum teirra. v18 Rættvísur er hann, Harrin, tí at eg treiskaðist móti boði hans. Á, hoyrið allar tjóðir, síggið mína kvøl! Moyggjar mínar og ungmenni fóru burtur í útlegd. v19 Eg heitti á ástvinir mínar, teir sviku meg; prestar mínir og ellismenn andaðust í borgini; tí at eftir føðslu teir leitaðu, men einki teir funnu. v20 Sí, Harri, hvussu trongd eg eri, barmur mín bylgist, hjartað leikar mær í brósti, av tí at eg treiskaðist; úti gjørdi svørðið meg barnleysa, inni drepsóttin. v21 Hoyr, hvussu eg stynji, eingin meg uggar. Fíggindarnir spurdu ógævu mína, gleddust við, at tú hetta hevði gjørt. Lat koma tann dag, sum tú boðaði, verði teimum fyri tað sama, sum mær. v22 Lat allan illskap teirra koma fyri ásjón tína; far við teimum eins og tú fórt við mær fyri øll míni misbrot! Ja, mikil er mín stynjan, mítt hjarta er sjúkt.