v1 Á, hvør Harrin í síni vreiði legði myrkur yvir Zions dóttur; av himni til jarðar hann rindaði dýrdleika Ísraels; fótskør sína ikki hann mintist á sínum vreiðidegi. v2 Eirindaleyst oyddi Harrin allar bústaðir Jákups; í bræði síni breyt hann niður virkini hjá Júda dóttur og slættaði tey við jørðina, skemdi ríkið og høvdingar tess, v3 støkti í brennandi bræði hvørt horn í Ísrael, tók hondina aftur til sín fyri fíggindans ásjón og brendi Jákup eins og logandi eldur, ið oyðir alt íkring. v4 Eins og fíggindi spenti hann bogan, gekk fram sum mótstøðumaður og drap allan eygnanna hugnað í tjaldi Zions dóttur, oysti út bræði sína eins og eld. v5 Harrin kom sum fíggindi, oyddi Ísrael, oyddi skreythallir hans og breyt niður vígvirki hans, elvdi Júda dóttur eymd og miklan harm. v6 Harrin hevur rivið sína smáttu niður, lagt í oyði sín hátíðarstað; Harrin læt gloymast í Zion hátíðir og hvíludagar, kong og prest hann segði burtur í síni grimdar vreiði. v7 Harrin havnaði altari sínum, skoytti ikki um sín halgidóm; hallargarðar hennara gav hann upp í fígginda hendur; rødd teirra glumdi í húsi Harrans eins og á hátíðardegi. v8 Harrin hevur sett sær fyri at oyða borgargarð Zions dóttur, tandi út mátingarbandið, ikki hann aftraði hond síni frá oyðing, á borgargarð og varnarvirki læt hann sorgina síga, avfallin liggja tey. v9 Lið hennara sukku í jørðina, lokurnar breyt hann sundur; kongur hennara og høvdingar búgva lógarleysir heidninganna millum; heldur ikki fáa profetar hennara sjónir frá Harranum. v10 Tigandi teir sita á jørðini, ellismenn Zions dóttur, á høvur sítt oysa teir dust, gyrdir við spjørrum; Jorsala moyggjar boyggja sítt høvur til jarðar.
v11 Eygu míni daprast av gráti, indur míni brenna, hjartað er um at bresta av sorg yvir oyðing dóttur fólks míns, tí at børn og bróstabørn maktast á borgarinnar torgum. v12 Tey rópa á sínar møður eftir korni og víni, meðan tey maktast eins og deyðsærd á borgarinnar gøtum og geva upp andan við móðurinnar barm. v13 Hvat skal eg taka til dømi um teg, við hvat skal eg líkna teg, Jorsala dóttur? Við hvørjum líkingarmáti skal eg ugga teg, tú moyggin, Zions dóttir? Tí at mikið sum havið er títt sár, hvør kann teg at grøða? v14 Profetar tínir birtu tær tølandi sjónir og tómleika, teir søgdu tær ikki tínar syndir til tess at venda tíni lagnu; nei, heldur teir birtu tær fáfongdar villandi spádómar. v15 Tey klappaðu í lógva at tær, øll, ið gingu framvið, háðandi bríkslaðu og ristu høvdið yvir Jorsala dóttur: »Er hetta borgin, ið nevndist hin alfagra, gleði alrar jarðar?« v16 Allir tínir fíggindar tambaðu upp munn sín ímóti tær, bríkslaðu, bitu á kampi og søgdu: »Vær høvum oytt hana; ja, hetta var dagurin, vær longdust eftir, nú høvum vær fingið hann at sjá.« v17 Harrin hevur int tað, sum hann hevur sett sær fyri, evnað tey orð, sum hann beyð í forðum, sorlað eirindaleyst, latið fíggindan glett seg yvir teg og hevjað upp horn tína mótstøðumanna.
v18 Hevja títt róp til Harrans, tú moyggin Zions dóttir; lat tár tíni renna sum løkir dagar og nætur, lætt ikki av, unn ikki eyga tínum ró. v19 Statt upp og vena á nátt í byrjanini á hvørji náttarvøku, oys út títt hjarta sum vatn fyri ásjón Harrans, hevja til hans tínar hendur fyri lív barna tína, sum máttleys níga av hungri á hvørjum vegamóti. v20 Hygg, Harri, lít á, hvørjum tú hetta hevur gjørt. Eiga konur at eta avkom sítt, tey børn, sum tær bera á ørmum, ella profetar og prestar at verða myrdir í halgidómi Harrans? v21 Vignir liggja á gøtunum unglingar og ellismenn, moyggjar og sveinar fallin fyri svørði; tú myrdi á tínum vreiðidegi, slátraði eirindaleyst. v22 Tú beyðst eins og til veitslu ræðslum mínum úr øllum ættum; á vreiðidegi Harrans var eingin, ið undan komst og bjargaðist; teimum, sum eg hevði borið á armi og fostrað, týndi mín fíggindi.