Triði songur

v1  Eg eri maðurin, sum eymd havi roynt undir hans vreiðikoyrli; v2  meg hevur hann rikið og koyrt í myrkur, har einki ljós er at hóma; v3  hann hond síni bregður ímóti mær tann líðilanga dag, v4  hevur skrætt av mær hold og húð og brotið bein míni. v5  Hann laðaði garð kring meg, byrgdi meg inni við beiskleika og móði, v6  læt meg búgva í myrkri eins og teir, ið fyri longum eru deyðir. v7  Hann girdi meg inni við steingjandi garði, gjørdi tung míni fjøtur. v8  Tó at eg rópi og bøni, steingir hann fyri míni bøn. v9  Við høgdum steinum hann byrgdi mín veg, gjørdi leið mína ógongda; v10  hann varð mær sum bjørn, ið liggur í stilli eins og ljón á loynum; v11  hann vilti meg, skræddi meg sundur og legði meg í oyði; v12  hann spenti sín boga, reisti meg sum skotmál fyri ørv sína; v13  í míni nýru hann sendi synir ørvahúsa síns; v14  øllum tjóðum til láturs eg varð, í táttum teirra alsamt spottaður; v15  hann mettaði meg við beiskum urtum, gav mær malurt at drekka, v16  læt meg bróta mínar tenn á steinum, nívdi meg niður í dusmið; v17  hann rændi úr sál míni friðin, eg gævuna gloymdi v18  og segði: »Horvin er lívsmegi mín, vón mín til Harrans.« v19  At minnast mína eymd og fjakkan er sum malurt og eitur; v20  alsamt sál mín hugsar um hetta og kúrir í mínum barmi.

v21  Hetta vil eg leggja mær í geyma, og tessvegna vóni eg: v22  Náði Harrans er ikki uppi, miskunn hans ikki á enda; v23  hon er nýggj á hvørjum morgni, mikil er trúfesti hans. v24  Mín lutur er Harrin, sigur mín sál, tí vil eg troysta á hann. v25  Góður er Harrin teimum, ið honum bíða, teirri sál, ið eftir honum leitar. v26  Gott er kvirrur at bíða eftir hjálp frá Harranum. v27  Gagnligt er manni ungur at bera ok, v28  í einingi tigandi sita, tá ið hann leggur tað á hann, v29  toyggja munn sín niður í dusmið, enn er kanska vón, v30  rætta honum sín vanga, ið slær, og metta seg við skemd. v31  Tí at ikki skúgvar Harrin ævinliga frá sær; v32  hevur hann nívt, man hann várkunna aftur, tí at mikil er miskunn hans; v33  tí at ikki av hjarta hann plágar og nívir mannanna børn. v34  Tá ið allir fangar í landinum verða traðkaðir undir fótum, v35  tá ið mansins rættur verður rongdur fyri ásjón hins hægsta, v36  tá ið maður verður órættaður í sínum máli – skuldi tá Harrin ikki sæð tað? v37  Hvør talaði, so at tað gekk út, uttan at Harrin hevði boðið tað? v38  Koma ikki av munni hins hægsta bæði gæva og ógæva? v39  Yvir hvat skal maður á foldum kvarta? Hvør og ein yvir sína synd!

v40  Latum okkum rannsaka, kanna várar vegir og snúgva okkum til Harrans, v41  hevja várum hjørtum og hondum til Guðs á himnum! v42  Vit hava syndað og treiskast, og tú fyrigavst okkum ikki, v43  men huldi teg í vreiði, elti og drapst okkum eirindaleyst; v44  tú huldi teg í skýggjum, so eingin bøn slapp ígjøgnum; v45  sum sóp og burturkast tú setti okkum tjóðanna millum. v46  Allir fíggindar okkara tambaðu upp gapið móti okkum. v47  Øtan og ræðsla okkum lutaðist, oyðing og týning; v48  sum løkir renna míni tár vegna ógævu dóttur fólks míns. v49  Uttan íhald gráta míni eygu og helma ikki í, v50  fyrr enn Harrin skoðar av himni og gevur tí gætur. v51  At síggja døtur borgar mínar elvir sál míni sút.

v52  Fyri onga søk mínir fíggindar veiddu meg eins og fugl, v53  tveittu meg livandi niður í gryvju og grýttu meg við gróti; v54  vatn fløddi yvir høvur mítt; eg hugsaði: »Eg eri farin!« v55  Eg kallaði, Harri, á navn títt upp úr teirri djúpu gryvju; v56  tú hoyrdi mína rødd: »Á, tipp ikki oyrað fyri neyðarrópi mínum!« v57  Tá ið eg rópaði, vart tú mær hjá og beyðst mær ikki at óttast. v58  Mál mítt, Harri, tú vardi og endurloysti mítt lív; v59  Harri, tú sært tann órætt, eg líði, veit mær mín rætt; v60  allan teirra hevndarhug sært tú, øll teirra loyniráð, v61  teirra háðan hoyrir tú, Harri, øll loyniráð teirra ímóti mær, v62  tað, sum fíggindar mínir hugsa og mæla ímóti mær tann líðilanga dag. v63  Hygg, hvussu teir í táttum sínum støðugt meg spotta. v64  Harri, løn teimum tað aftur eftir verkum handa teirra, v65  legg tú skýlu yvir hjarta teirra, ilt biði tú yvir teir, v66  elt teir í vreiði, oyð teir út undir tínum himni.