Fimti songur

v1  Harri, hav í huga forløg vár, hygg og gev tær far um, hvussu vit verða háðað! v2  Arvaleivd okkara lutaðist øðrum, hús okkara fremmandum. v3  Faðirleys vit eru, eiga ongan góðan, móðir okkara situr einkja. v4  Vatnið, sum vit drekka, verða vit at keypa, fyri brennið mega vit gjalda. v5  Okið okkum nívir, lúgvaðir vit eru, fáa onga hvíld. v6  Egyptalandi vit rættu hond, Assurs landi, til tess at mettast við breyði. v7  Fedrar várir, ið syndaðu, eru ikki longur til, og vit bera syndir teirra. v8  Trælir okkum valda, eingin okkum bjargar úr hondum teirra. v9  Vit vinna okkum føðsluna við ótta fyri oyðimarkar svørði. v10  Hold várt er vorðið sum ovnur, sviðið av hungursloganum. v11  Konur hava teir skemt í Zion, ungmoyggjar í Júda borgum. v12  Høvdingar tóku teir og hongdu, ellismonnum sýndu teir onga virðing. v13  Unglingar bóru kvørnina, sveinarnir nigu undir viðarbyrðum. v14  Hinir elstu hvurvu úr borgarliðunum, unglingarnir lættu av streingjaleiki. v15  Horvin er gleðin úr hjarta várum, dansur okkara broyttur í sorg. v16  Krúnan er fallin av høvdi várum, vei okkum, vit hava syndað! v17  Av tí er hjarta okkara sjúkt, tessvegna dapraðust eygu okkara; v18  vegna Zions fjall, sum liggur í oyði, har revarnir reika um. v19  Men tú, Harri, valdar um ævir, títt hásæti stendur ætt eftir ætt. v20  Hví vilt tú ævinliga okkum gloyma, siga okkum burtur allar dagar? v21  Vend okkum aftur til tín, Harri, tá koma vit aftur, lat dagar okkara aftur verða eins og í forðum! v22  Ella hevur tú havnað okkum med alla, er eingin endi á tíni vreiði móti okkum?