Áminning um halgan

v1  Av tí at tit tá eru uppreistir saman við Kristi, tá tráið eftir tí, sum er fyri oman, har sum Kristus situr við høgru hond Guðs. v2  Stundið á tað, sum er fyri oman, ikki á tað, sum er á jørðini! v3  Tí at tit eru deyðir, og lív tykkara er fjalt við Kristi í Guði. v4  Tá ið Kristus, lív okkara, verður opinberaður, tá skulu eisini tit verða opinberaðir við honum í dýrd.

Áminning um at leggja av alla synd

v5  So deyðið tá hinar jørðisku limirnar, ólevnað, óreinsku, fýsni, illa lyst og ágirnd, sum ikki er annað enn avgudadýrkan; v6  fyri hetta kemur Guðs vreiði. v7  Eisini tit vóru áður uppi í hesum, tá ið tit livdu í tí. v8  Men nú skulu eisini tit leggja tað alt samalt av, vreiði, bræði, illskap, háðan, illavorðið tos av munni tykkara. v9  Ljúgvið ikki hvør fyri øðrum, við tað at tit hava avklæðst hina gomlu menniskjuna við gerningum hennara v10  og íklæðst hina nýggju, sum verður endurnýggjað til kunnleika samsvarandi mynd hansara, sum skapaði hana, v11  har sum ikki er Grikki og Jødi, umskering og yvirhúð, barbárur, Skýtti, trælur, frælsur maður, men Kristus er alt og í øllum.

Áminning um at liva eitt gudiligt lív

v12  So íklæðist tá eins og Guðs útvaldu, heilagu og elskaðu, hjartaliga miskunn, góðvild, eyðmýkt, spaklyndi, langmóð, v13  so at tit umbera hvør annan og fyrigeva hvør øðrum, um einhvør hevur kærumál móti einumhvørjum; eins og Kristus fyrigav tykkum, soleiðis eisini tit! v14  Men fram um alt hetta íklæðist kærleikan, sum er band fullkomileikans! v15  Og latið frið Krists ráða í hjørtum tykkara, sum tit eisini vórðu kallaðir til í einum likami, og verðið takksamir! v16  Latið orð Krists búgva ríkliga hjá tykkum í øllum vísdómi, so at tit læra og áminna hvør annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum, og syngja yndisliga Guði lov í hjørtum tykkara. v17  Og alt, hvat tit so gera í orði ella verki, gerið tað alt í Harrans Jesu navni, takkandi Guði faðir við honum.

Ábyrgd hjá konum, monnum, børnum, foreldrum, húskøllum og húsbóndum

v18  Tit konur, verið monnunum undirgivnar, sum tað sømir í Harranum. v19  Tit menn, elskið konur tykkara og verið ikki beiskir við tær! v20  Tit børn, verið foreldrum tykkara lýðin í øllum lutum; tí at tað er hugnaligt í Harranum! v21  Tit fedrar, ilskið ikki børn tykkara upp, fyri at tey ikki skulu missa mótið! v22  Tit tænarar, lýðið í øllum lutum húsbóndum tykkara eftir holdinum, ikki við eygnatænastu eins og teir, sum vilja toknast monnum, men í einfaldi hjartans, so sum teir, sum óttast Guð. v23  Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum, v24  við tað at tit vita, at tit afturfyri av Harranum skulu fáa arvin í løn. Tit tæna Harranum Kristi. v25  Men tann, sum ger órætt, skal fáa tað afturgoldið, sum hann gjørdi órætt, og tað verður ikki gjørdur mannamunur. (4,1)  Tit harrar, gerið tit móti tænarum tykkara tað, sum rætt og beint er, við tað at tit vita, at tit við hava harra á himni!