Einkjan og dómarin

v1  Men hann talaði eitt líknilsi til teirra um tað, at teir áttu altíð at biðja og ikki troyttast, og segði: v2  »Í einum staði var ein dómari, sum ikki óttaðist Guð og ikki firnaðist fyri nøkrum menniskja. v3  Men í sama staði var ein einkja, og hon kom til hansara og segði: »Lat meg fáa rætt yvir mótstøðumanni mínum!« v4  Leingi vildi hann ikki, men at endanum segði hann við seg sjálvan: »Tó at eg ikki óttist Guð og ikki firnist fyri nøkrum menniskja, v5  so vil eg kortini lata hesa einkjuna fáa rætt sín, av tí at hon ger mær ónáðir, fyri at hon ikki javnt og samt skal koma og plága meg.« v6  Men Harrin segði: »Hoyrið, hvat hin órættvísi dómarin sigur. v7  Og man tá Guð ikki lata síni útvaldu fáa rætt, tey, sum rópa til hansara dag og nátt? Og hevur hann ikki tol við teimum? v8  Eg sigi tykkum: hann skal lata tey fáa rætt sín í bræði. Men tá ið menniskjusonurin kemur, man hann tá finna trúnna á jørðini?«

Farisearin og tollarin

v9  Men hann segði eisini hetta líknilsi við nakrar, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rættvísir, og roknaðu hinar fyri einki: v10  »Tveir menn fóru niðan í halgidómin at halda bøn, annar var Fariseari og annar tollari. v11  Farisearin stóð og bað soleiðis fyri seg sjálvan: »Eg takki tær, Guð, at eg ikki eri sum aðrir menn: ránsmenn, órættvísir, horkallar ella líka sum hasin tollarin. v12  Eg fasti tvær reisur um vikuna, eg lati tíggjund av øllum, sum mær ognast.« v13  Men tollarin stóð langt burtur og vildi enn ikki hevja upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bringuna og segði: »Guð náði meg syndara!« v14  Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur heim til húsa, men hin ikki; tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.«

Jesus vælsignar smábørnini

v15  Men tey bóru eisini smábørnini til hansara, at hann skuldi nema við tey; men tá ið lærusveinarnir sóu tað, høvdu teir at teimum. v16  Men Jesus kallaði tey til sín og segði: »Latið børnini koma til mín og forðið teimum tað ikki; tí at Guðs ríki hoyrir slíkum til. v17  Sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum ikki tekur ímóti Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.«

Hin ríki unglingin

v18  Og ein av høvuðsmonnunum spurdi hann og segði: »Góði meistari, hvat skal eg gera, at eg kann arva ævigt lív?« v19  Men Jesus segði við hann: »Hví kallar tú meg góðan? Eingin er góður uttan ein, tað er Guð. v20  Boðini kennir tú: Tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; æra faðir tín og móður tína.« v21  Men hann segði: »Alt hetta havi eg hildið frá barnaárum mínum.« v22  Men tá ið Jesus hoyrdi hetta, segði hann við hann: »Eitt vantar tær enn. Sel alla ogn tína og skift hana sundur millum teirra fátæku, tá skalt tú hava dýran grip í himlinum, og kom so og fylg mær.« v23  Men tá ið hann hoyrdi hetta, varð hann heilt tungur í huga, tí at hann var ógvuliga ríkur. v24  Men tá ið Jesus sá tað á honum, segði hann: »Hvussu torført er hjá teimum, sum eiga ríkidømi, at koma inn í Guðs ríki! v25  Tí at tað er lættari hjá einum kameli at fara ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki.« v26  Men teir, sum hoyrdu hetta, søgdu: »Hvør kann tá verða frelstur?« v27  Men hann segði: »Tað, sum er ógjørligt hjá monnum, er gjørligt hjá Guði.« v28  Men Pætur segði: »Sí, vit hava yvirgivið okkara egna og fylgt tær.« v29  Men hann segði við teir: »Sanniliga sigi eg tykkum, at tann er eingin, sum hevur yvirgivið hús ella konu ella brøður ella foreldur ella børn fyri Guðs ríkis sakir, v30  uttan at hann skal fáa tað mangar ferðir aftur í hesi tíð og í hinum komandi heimi ævigt lív.«

Boðar á 3. sinni líðing sína

v31  Men hann tók teir tólv til sín og segði við teir: »Sí, vit eru á ferð niðan til Jerúsalem, og alt tað, sum skrivað er av profetunum, skal fullbúgvast menniskjusoninum. v32  Tí at hann skal verða givin upp í heidna manna hendur og spottaður og háðaður og áspýttur, v33  og teir skulu húðfleingja hann og drepa hann, og triðja dagin skal hann rísa upp.« v34  Men teir fataðu einki av hesum, og hetta orðið var dult fyri teimum, og teir skildu ikki tað, sum talað var.

Blindi maður við Jeriko

v35  Men tað bar so á, tá ið hann nærkaðist Jeriko, at har sat ein blindur maður við vegin og biddaði. v36  Og tá ið hann hoyrdi eina fjøld av fólki ganga framvið, spurdi hann, hvat hetta var. v37  Tey søgdu honum, at Jesus úr Nasaret kom framvið. v38  Og hann tók at rópa og segði: »Jesus, sonur Dávids, miskunna mær!« v39  Og tey, sum gingu undan, hóttaðu at honum, at hann skuldi tiga; men hann rópaði nógv harðari: »Sonur Dávids, miskunna mær!« v40  Tá steðgaði Jesus og beyð, at hann skuldi verða leiddur til sín; og tá ið hann var komin tætt til hansara, spurdi hann hann og segði: v41  »Hvat vilt tú, at eg skal gera fyri teg?« Men hann segði: »Harri, tað, at eg má fáa sjón mína aftur!« v42  Og Jesus segði við hann: »Fái tú sjónina! Trúgv tín hevur frelst teg!« v43  Og í stundini fekk hann sjónina aftur, og hann fylgdi honum og prísaði Guði. Og alt fólkið lovaði Guði, tá ið tey hetta sóu.