Kærleiki Harrans til Ísraels og hatur til Edóms

v1  Spádómur. Orð Harrans til Ísraels við Málaki. v2  Eg elski tykkum, sigur Harrin, men tit spyrja: Við hvørjum hevur tú sýnt okkum kærleika? Er ikki Esav bróðir Jákups? sigur Harrin, og eg elskaði Jákup, v3  men Esav hataði eg og avoyddi fjallabygdir hans og gjørdi arvalut hans at oyðimørk. v4  Um Edómitar siga: Vit eru farnir í sorl og sor, men vilja byggja toftirnar upp aftur, tá sigur Harri herliðanna: Byggi teir, eg man ríva niður; teir skulu verða kallaðir gudloysis land, og tann tjóð, ið Harrin um allar ævir er illur við! v5  Tit munnu síggja tað við egnum eygum og siga: Mikil er Harrin langt út um landamark Ísraels!

Prestarnir vanmeta Harran

v6  Sonur skal heiðra faðir sín, og trælur skal óttast húsbónda sín. Men eri eg faðir, hvar er tá heiðurin, ið sømir mær? Og eri eg húsbóndi, hvar er tá óttin fyri mær? sigur Harri herliðanna við tykkum prestar, ið vanvirða navn mítt. Men tit spyrja: Við hvørjum vanvirða vit navn títt? v7  Við at bera óreinan mat upp í altar mítt. Og enn spyrja tit: Við hvørjum hava vit gjørt hann óreinan? Við at siga: Borð Harrans er lítilsvert. v8  Er tað rætt av tykkum at ofra blind djór? Er tað beint av tykkum at ofra lamin og brekað djór? Flýggja landsstjóra tínum tey! Man honum fara at dáma tað? Ella man hann fagna tær væl? sigur Harri herliðanna. v9  Og nú royna tit at blíðka Guð, til tess at hann várkunnar okkum! Men tykkara er skuldin; man hann tí kunna fagna tykkum væl? sigur Harri herliðanna. v10  Gævi onkur av tykkum hevði læst hurðarnar, so at tit ikki kynda eld til einkis á altari mínum! Eg havi ongan tokka í tykkum, sigur Harri herliðanna, og offurgávur av hendi tykkara líkar mær ikki. v11  Tí at frá sólarrenning til sólseturs er navn mítt mikið fólkanna millum, og allar staðir verður navni mínum ofrað roykilsi og reint grónoffur; tí at navn mítt er mikið fólkanna millum, sigur Harri herliðanna. v12  Men tit vanhalga tað við at siga: Borð Harrans er óreint, og tað, vit fáa av tí til matna, er einkisvert. v13  Tit siga: Sovorðið knoss! og háða tað, sigur Harri herliðanna, og tit bera fram tað, ið rænt er, ja, brekað og sjúk djór, og bera tað fram sum offurgávu! Man eg hava tokka í tílíkum av hendi tykkara? sigur Harri herliðanna. v14  Bølbiðin veri tann svíkjari, ið hevur valadjór í fylgi sínum og ger heiti, men ofrar Harranum eitt brekað! Tí mikil kongur eri eg, sigur Harri herliðanna, og menn óttast navn mítt heidninganna millum.