Dómur Harrans í durunum

(2,17)  Tit møða Harran við orðum tykkara, og so spyrja tit: Hvørjum møða vit hann við? Við tí at tit siga: Allir, ið ilt gera, eru góðir í eygum Harrans, og í teimum hevur hann tokka; ella: Hvar er Guð, ið dømir? v1  Sí, eg sendi ørindreka mín; hann skal greiða vegin undan mær; og brádliga kemur hann í tempul sítt, Harrin, ið tit søkja, og boðberi sáttmálans, ið tit stunda eftir; sí, hann kemur, sigur Harri herliðanna. v2  Men hvør kann halda við tann dagin, tá ið hann kemur? Og hvør kann standast, tá ið hann birtist? Tí at hann er eins og eldur málmbræðarans, eins og lútur tváarans. v3  Og hann man sita og bræða og reinsa silvurið; og hann man reinsa synir Levi og gera teir skírar eins og gull og silvur, so at teir bera Harranum offurgávur í rættlæti, v4  so at offurgáva Júda og Jerúsalems má tóknast Harranum eins og í gomlum døgum og í farnum árum. v5  Og eg man nærkast tykkum til dóms og brádliga verða vitni móti gandakøllum og hjúnabandsslítarum, móti teimum, ið gera rangan eið, og móti teimum, ið skerja løn bønarmansins og kúga einkjur og faðirleys og reingja rættin hjá teimum fremmandu, men ikki óttast meg, sigur Harri herliðanna.

Offursvik átalað

v6  Tí at eg, Harrin, eri ikki broyttur, men tit hava ikki lætt av at vera børn Jákups. v7  Síðan á døgum fedra tykkara eru tit fráviknir og hava ikki hildið boðorð míni. Snúgvið tykkum aftur til mín, so skal eg snúgva mær aftur til tykkara, sigur Harri herliðanna. Og tit spyrja: Hvussu eiga vit at snúgva okkum aftur? v8  Eigur maður at teipa Guð? Av sonnum tit teipa meg! og so spyrja tit: Við hvørjum hava vit teipað teg? Við tíggjundini og offuravskurðinum. v9  Mikil bølbiðing er komin yvir tykkum, og tó teipa tit meg – ja, soleiðis ger alt fólkið. v10  Berið alla tíggjundina í goymsluhúsið, so at føðsla verður í húsi mínum, og roynið meg við hesum, sigur Harri herliðanna, um eg ikki tá lati tykkum himinsins lokur upp og ríkliga helli út signing yvir tykkum. v11  Og eg vil kísta tykkum átvargin burtur, so at hann ikki oyðir tykkum ávøkst jarðarinnar og spillir ikki gróður víntræsins, sigur Harri herliðanna. v12  Tá munnu allar tjóðir telja tykkum sæl, av tí at tit hava yndisligt land, sigur Harri herliðanna.

Dómurin skilir gudleysar frá gudrøknum

v13  Tit geva mær hørð ummæli, sigur Harrin, og tit spyrja: Hvat hava vit tá sagt okkara millum um teg? v14  Tit siga: At tæna Guði er tómleiki; hvønn ávinning fingu vit, tá ið vit varðveittu boðorð hans og gingu í sorgarbúna fyri ásjón Harra herliðanna? v15  Tí telja vit nú sælar hinar vándu, teir, ið fremja gudloysi og kortini trívast væl; teir freista Guð og sleppa órevsaðir. v16  Slíkt mæltu teir, ið óttast Harran, fyri munni sín ámillum; og Harrin gav gætur og lýddi á; og bók varð ritað frammi fyri ásjón hansara til minnis um teir, ið óttast Harran og hávirða navn hansara. v17  Á tí degi, tá ið eg taki mær um reiggj, sigur Harri herliðanna, verða teir ogn mín, og eg várkunni teimum, eins og maður várkunnar syni sínum, ið honum tænir. v18  Tá munnu tit aftur síggja mun á rættvísum og órættvísum, á honum, ið tænir Guði, og honum, ið ikki tænir Guði.