Jesus fer úr Galileu

v1  Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesi orð, tá fór hann avstað úr Galileu og kom til bygdaløgini í Júdeu, hinumegin Jórdan. v2  Og stórar mannamúgvur fylgdu honum, og hann grøddi tey har.

Jesus talar um hjúnabandsskilnað

v3  Og Fariseararnir komu til hansara og freistaðu hann og søgdu: »Er tað loyviligt at skiljast við konu sína, av hvørji grund tað so er?« v4  Men hann svaraði og segði: »Hava tit ikki lisið, at skaparin frá upphavi skapaði tey kall og konu, v5  og segði: »Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold?« v6  So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum Guð tí hevur samankomið, má maður ikki sundur skilja.« v7  Teir siga við hann: »Hví gav tá Móses boð um at lata hana fáa eitt skilnaðarbræv og skiljast við hana?« v8  Hann sigur við teir: »Vegna hjartans harðleika tykkara eftirlíkaði Móses tykkum at skiljast við konur tykkara; men frá upphavi hevur tað ikki verið so. v9  Men eg sigi tykkum, at tann, ið skilst við konu sína, fyri hors sakir undantikið, og giftist við eini aðrari, hann drívur hor. v10  Lærusveinarnir siga við hann: »Eru mansins viðurskifti við konuna soleiðis vorðin, tá er ikki gott at giftast.« v11  Men hann segði við teir: »Ikki øll fata hetta orðið; men bert tey, sum tað er givið. v12  Tí at tað eru geldingar til, ið soleiðis eru føddir úr móðurlívi; og tað eru geldingar til, ið eru geldir av monnum, og tað eru geldingar til, ið hava gelt seg sjálvar fyri himmiríkis sakir. Tann, ið er mentur at fata hetta, hann fati tað!«

Jesus vælsignar smábørnini

v13  Tá vórðu smábørn borin til hansara, at hann skuldi leggja hendur sínar á tey og halda bøn; men lærusveinarnir høvdu at teimum. v14  Men Jesus segði: »Latið smábørnini koma og forðið teimum ikki at koma til mín; tí at himmiríkið hoyrir slíkum til.« v15  Og hann legði hendurnar á tey og fór so avstað haðani.

Hin ríki unglingin

v16  Og sí, har kom fram ein maður til hansara og segði: »Meistari, hvat gott skal eg gera, at eg kann fáa ævigt lív?« v17  Men hann segði við hann: »Hví spyrt tú meg um tað góða? Ein er tann, ið góður er. Men vilt tú koma inn til lívið, tá halt boðini.« v18  Hann sigur við hann: »Hvørji?« Men Jesus segði: »Hetta: tú mást ikki sláa í hel; tú mást ikki dríva hor; tú mást ikki stjala; tú mást ikki siga rangan vitnisburð; v19  æra faðir tín og móður tína, og: tú skalt elska næsta tín eins og sjálvan teg.« v20  Unglingin sigur við hann: »Alt hetta havi eg hildið; hvat vantar mær enn?« v21  Jesus segði við hann: »Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátæku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!« v22  Men tá ið unglingin hetta hoyrdi, fór hann syrgin burtur, tí at hann átti nógva ogn. v23  Men Jesus segði við lærusveinar sínar: »Sanniliga sigi eg tykkum: Tað fer at verða torført hjá einum ríkum at koma inn í himmiríkið. v24  Ja, eg sigi uppaftur við tykkum: Tað er lættari hjá einum kameli at sleppa ígjøgnum eitt nálareyga enn hjá einum ríkum at koma inn í Guðs ríki.« v25  Tá ið lærusveinarnir hetta hoyrdu, vórðu teir ógvuliga óttafullir og søgdu: »Hvør kann tá verða frelstur?« v26  Men Jesus hugdi upp á teir og segði við teir: »Hjá monnum er hetta ógjørligt, men hjá Guði er alt gjørligt.«

Lønin

v27  Tá tók Pætur til orða og segði við hann: »Sí, vit hava yvirgivið alt og fylgt tær. Hvat verður tá okkara lutur?« v28  Men Jesus segði við teir: »Sanniliga sigi eg tykkum, at tit, ið hava fylgt mær, skulu í endurføðingini, tá ið menniskjusonurin setist í dýrdarhásæti sítt, eisini sita í tólv hásætum og døma Ísraels tólv ættir. v29  Og hvør tann, sum er farin frá brøðrum ella systrum ella faðir ella móður [ella konu] ella børnum ella jørðum ella húsum fyri navns míns sakir, skal fáa tað aftur mangar ferðir og arva eitt ævigt lív. v30  Men mangir, ið eru fyrstir, skulu verða síðstir, og síðstir fyrstir.«