Inngangur

v1  Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, fór hann niðan á fjallið; og tá ið hann var setstur niður, komu lærusveinar hansara til hansara. v2  Og hann tók til orða og lærdi teir og mælti:

Sæl eru ...

v3  »Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra. v4  Sæl eru tey, ið syrgja, tí at tey skulu fáa troyst. v5  Sæl eru tey spaklyntu, tí at tey skulu fáa jørðina í arv. v6  Sæl eru tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi, tí at tey skulu verða mettað. v7  Sæl eru tey miskunnsomu, tí at tey skulu miskunn fáa. v8  Sæl eru tey hjartareinu, tí at tey skulu síggja Guð. v9  Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn. v10  Sæl eru tey, ið verða forfylgd fyri rættvísis sakir, tí at himmiríkið er teirra. v11  Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir. v12  Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum; tí at somuleiðis forfylgdu tey profetunum, ið vóru undan tykkum.

Lærusveinarnir salt og ljós

v13  Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða saltað við? Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir mannafótum. v14  Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum. v15  Ikki heldur kveikja tey ljós og seta tað inn undir skeppumálið, men í ljósastakan; tá lýsir tað fyri øllum, ið inni eru í húsinum. v16  Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni.

Jesus og lógin

v17  Haldið ikki, at eg eri komin at avtaka lógina og profetarnar; eg eri ikki komin at avtaka, men at fullføra. v18  Tí at sanniliga sigi eg tykkum: Inntil himmalin og jørðin forganga, skal ikki hin minsti bókstavur ella eitt flindur av lógini strikast, fyrr enn alt er fullgjørt. v19  Hvør tann, sum tí brýtur eitt einasta av hesum minstu boðum og lærir fólk soleiðis, hann skal verða kallaður minstur í himmiríki; men hvør tann, sum heldur tey og lærir tey, hann skal verða kallaður stórur í himmiríki. v20  Tí at eg sigi tykkum, at um rættvísi tykkara ikki ber av rættvísi teirra skriftlærdu og Farisearanna, koma tit als ikki inn í himmiríkið.

5. og 6. boð

v21  Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt við teir gomlu: »Tú mást ikki sláa í hel; men hvør tann, ið slær í hel, skal verða sekur fyri dóminum.« v22  Men eg sigi tykkum, at hvør, ið er vreiður inn á bróður sín, skal verða sekur fyri dóminum; og hvør, ið sigur við bróður sín: Raka (t.e. armingi), skal verða sekur fyri ráðinum; og hvør, ið sigur: More (t.e. dári), skal verða sekur til helvitis eld. v23  Um tú tí bert fram gávu tína á altarið, og tað har kemur tær í huga, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær, v24  so lat gávu tína verða liggjandi har framman fyri altarinum og far fyrst avstað og verð samdur við bróður tín og kom síðan og ber fram gávu tína. v25  Ver skjótur til sættis við mótstøðumann tín, meðan tú ert enn við honum á leið, fyri ta søk at ikki mótstøðumaðurin skal lata teg til dómarans og dómarin til sveinsins og tú verða koyrdur í fangahús. v26  Sanniliga sigi eg tær: Ikki skalt tú sleppa út aftur haðani, fyrr enn tú hevur rindað títt seinasta oyra. v27  Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: »Tú mást ikki dríva hor.« v28  Men eg sigi tykkum, at hvør tann, ið lítur at kvinnu við girndarhuga, hevur longu drivið hor við henni í hjarta sínum. v29  Men um høgra eyga títt freistar teg, tá slít tað út og kasta tað frá tær, tí at betri er tað tær, at ein av limum tínum forferst, enn at alt likam títt verður kastað í helviti. v30  Og um høgra hond tín freistar teg, tá høgg hana av og kasta hana frá tær; tí at betri er tað tær, at ein av limum tínum forferst, enn at alt likam títt fer til helvitis.

Boð um hjúnabandsskilnað

v31  So hevur tað verið sagt: »Hvør tann, ið skilst við konu sína, skal geva henni eitt skilnaðarbræv.« v32  Men eg sigi tykkum, at hvør tann, ið skilst, við konu sína, uttan fyri hors sakir, veldur, at hon drívur hor; og hvør tann, ið giftist við eini fráskildari konu, drívur hor.

Boð um tað at svørja

v33  Uppaftur hava tit hoyrt, at tað hevur verið sagt við teir gomlu: »Tú mást ikki svørja rangan eið; men tú skalt halda Harranum eiðir tínar.« v34  Men eg sigi tykkum, at tit als ikki eiga at svørja; hvørki við himmalin, tí at hann er hásæti Guðs, v35  ella við jørðina, tí at hon er fótskør hansara; ikki heldur við Jerúsalem, tí at hon er staður hins mikla kongs; v36  ikki heldur mást tú svørja við høvur títt, tí at tú kanst ikki gera eitt hár hvítt ella svart. v37  Men tala tykkara skal vera: Ja, ja; nei, nei; men tað, ið kemur út um hetta, er av tí illa.

Boð um tað at muna aftur

v38  Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: »Eyga fyri eyga og tonn fyri tonn.« v39  Men eg sigi tykkum, at tit mega ikki seta tykkum ímóti tí illa; men um onkur slær teg undir høgra vanga, tá vend honum hin eisini; v40  og um onkur vil hava sakarmál við teg og taka kyrtil tín, lat hann eisini fáa kappan; v41  og um onkur noyðir teg at ganga eina míl við sær, gakk tvær við honum. v42  Gev tí, ið biður teg, og vend tær ikki frá tí, ið vil læna frá tær.

Boð um at elska fíggindar sínar

v43  Tit hava hoyrt, at tað hevur verið sagt: »Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín.« v44  Men eg sigi tykkum: Elskið fíggindar tykkara (og vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum; gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum), og biðið fyri teimum, ið (illkenna tykkum og) forfylgja tykkum, v45  til tess at tit mega verða børn faðirs tykkara, ið er í himlunum; tí at hann letur sól sína rísa fyri illum og góðum og letur regna niður yvir rættvís og órættvís. v46  Tí um tit elska tey, ið tykkum elska, hvørja løn eiga tit fyri tað; Gera ikki eisini tollarar tað sama? v47  Og um tit heilsa eina brøðrum tykkara, hvat avbært gera tit tá? Gera ikki eisini heidnir menn so við? v48  Verið tí tit fullkomin, eins og himmalski faðir tykkara er fullkomin.