Yvirskrift

v1  Spádómsorð um Nineve. Bókin um tað, sum Náhum, Elkosjiti, skoðaði.

Vreiði hins alvalda

v2  Vandlátin Guð og hevnari er Harrin. Harrin er hevnari og fullur av vreiði. Harrin hevnir seg inn á sínar mótstøðumenn, og fíggindum sínum goymir hann vreiði. v3  Harrin er tolinmóður, men mikil í mátti og letur ongan sekan sleppa undan; í stormi og ódn er hans ferð, og skýggini eru dustið undir fótum hans. v4  Hann hóttir at havinum og turkar tað upp, og allar áir letur hann torna; Básjan og Karmel hjadna burtur, og allur gróður á Libanon følnar. v5  Fyri honum skelva fjøllini, og heyggjarnir skakast; jørðin gongur kyk fyri ásjón hans, jarðarríkið og øll, sum har búgva. v6  Hvør kann tola ilsku hans, og hvør fær staðist fyri hans brennandi bræði? Hans vreiði geisar eins og eldur, og hamrarnir rapla fyri honum. v7  Harrin er góður, verja á trongdar degi; hann kennir tey, sum troysta á hann, v8  og leiðir tey gjøgnum stríðar streymar; hann beinir fyri sínum mótstøðumonnum og rindar fíggindar sínar út í myrkrið. v9  Hvørji eru tey ráð, tit leggja upp ímóti Harranum? Hann oyðir alt av; ikki skal trongd koma tvær ferðir. v10  Tó at teir eru samanfløktir sum tornir og druknir av víni, skulu teir kortini verða uppbrendir eins og skróvturrur hálmur.

Fall Nineve og frelsa Júda

v11  Frá tær er komin ein, sum hevði ilt í huga móti Harranum og legði upp níðingsráð. v12  So sigur Harrin: Tó at teir komu fjølmentir og ovurmangir, skulu teir kortini týnast og farast. Teg havi eg nívt, men geri tað ikki meira. v13  Nú bróti eg av tær ok hans og kvetti tíni bond. v14  Men um teg hevur Harrin skipað soleiðis fyri: Navn títt skal ikki meira minnast; úr gudahovum tínum eg oyði bæði skornar og stoyptar myndir og gevi tær grøv millum níðinga.