v1 Sí, á fjøllunum føtur hans, ið boða gleði og frið! Halt tínar høgtíðir, Júda, evna tíni heiti! Tí at ikki skal hin níðingurin herja á teg meira; med alla er hann týndur.
v2 Yvirgangsmaðurin kemur ímóti tær; statt nú á varðhaldi, njósna allar vegir, gyrð teg væl og savna alla tína styrki.
v3 Tí at Harrin reisir aftur tign Jákups eins og tign Ísraels, tí at av ránsmonnum vórðu teir rændir, og teirra gróðurkvistar týndir.
v4 Reyðar skildir bera kappar hans, og hermenn hans eru klæddir í skarlak; av stálsettu vagnum hans tað glógvar sum eldur, tá ið teir toka fram, og spjót verða havd á lofti. v5 Á gøtunum vagnarnir glymja og fara við rúkandi ferð um torgini; sum eldgos eru teir á at líta og fara sum snarljós aftur og fram. v6 Hann kallar á kappar sínar; teir renna so, at teir snáva; teir halda á borgargarðin undir reistum skjaldartaki. v7 Liðini móti ánni verða latin upp, og kongshøllin skelvur av grund. v8 Drotningin og stoylur hennara verða drignar út, meðan tær syrgnar láta sum dúgvur og sláa seg fyri bringu. v9 Nineve er sum tjørn, har vatnið rennur burtur. »Steðgið, steðgið!« verður rópað, men eingin snýr sær á. v10 Rænið silvur, rænið gull, tí at her tróta ikki ognir; her er ørgrynna av alskyns dýrum gripum. v11 Oyðing, oyði og aloyðing, nøtrandi hjørtu og skelvandi knø, skjálvti í øllum mjødnum, og øll andlit skifta lit! v12 Hvar er nú hølið hjá ljónunum, ungljónanna helli, hagar ljónstíkin gekk við hvølpi sínum, og eingin tey stygdi? v13 Til ljónshvølpar sínar og ljónstíkir skræddi ljónið sundur og rændi bráð. Tað fylti við ránsfongi helli síni og ból síni við ráni. v14 Sí, eg ráðist á teg, sigur Harri herliðanna, bólstaður tín skal verða uppbrendur og svørðið skal týna tíni ungljón; eg oyði av jørðini rán títt, og rødd sendisveina tína skal ikki hoyrast meira.