v1 Vei hini blóðseku borg, sum er full av lygn og stuldri, øll sum hon er, og ikki lættir av at ræna. v2 Hoyrið koyrilin ymja og hjólini glymja! Froysandi folar, dunandi vagnar. v3 Reiðhestarnir tvíspora; svørðini glampa, neistarnir fúka av spjótum; mangir á vali vignir, líkini liggja í rúgvum; ræini teljast ikki; teir snáva um mannabúkar. v4 Aftur fyri hordóm hinnar miklu skøkju, hinnar yndisføgru og fjølkunnugu, sum tøldi tjóðir við sínum hori og ættarkyn við gandi sínum, v5 tessvegna ráðist eg á teg, sigur Harri herliðanna; eg fletti upp um teg klæðini og lati tjóðirnar síggja nakni títt, kongaríkini skomm tína; v6 eg díki teg við runu, geri teg vanvirðisliga og seti teg fram sum ræðumynd, v7 so at hvør, ið ber eyga við teg, flýggjar frá tær og sigur: »Oydd er Nineve! Men hvør vil eymka hana? Hvar finni eg nakran, sum vil ugga hana?« v8 Ert tú betri enn Nó-Ámon, ið var við Nílstreymin, umgirt av vatni sum varnarvirki og við ánni sum borgargarði? v9 Blámenn og Egyptar uttan tal vóru styrki hennara, Putmenn og Libiumenn komu henni til hjálpar; v10 men kortini varð hon herleidd og mátti í útlegd; eisini smábørn hennara vórðu sorlað á hvørjum vegamóti; um tignarmenninar varð lutur kastaður, og stórmenn hennara vórðu lagdir í fjøtur. v11 Eisini tú skalt drekka og ørmaktast, eisini tú skalt fyri fíggindanum søkja tær skjól. v12 Øll varnarvirki tíni eru sum fikutrø við árfikum; verða tey skakað, falla fikurnar í munnin á honum, sum vil eta. v13 Sí, hermenn tínir eru sum kvinnur; liðini inn í land títt opnast fyri fíggindum tínum; eldur oyddi lokur tínar. v14 Oys tær vatn at hava, meðan tú ert kringsett; ger tíni varnarvirki aftur, gakk út í evjuna og traðka leirið, far eftir tigulforminum; v15 eldur skal kortini oyða teg, og svørðið týna teg, oyða teg eins og grashoppur, tó at tú ert fjølment eins og grasvargar og fjølgast eins og ongsprettur. v16a Ger keypmenn tínar fleiri enn stjørnurnar á himni, v17 tínar jallar sum ongsprettuflokkar og ritarar tínar sum oyðandi átvargar, ið hølast undir gørðum, meðan dagurin er kaldur; men tá ið sólin rísur, flúgva teir burtur, og eingin sær nakað aftur til teirra. v16b Tað er sum við grasvargum, ið skjóta ham og flúgva burtur. v18 Hirðar tínir dúra, Assurs kongur, tignarmenn tínir sova; fólk títt er spjatt um fjøllini, og eingin savnar tey. v19 Mein tíni bøtast ikki aftur, ógrøðandi eru sár tíni; allir, ið hoyra tíðindi um teg, sláa saman hendur, tí at hvør mátti ikki javnan tola vándsku tína!