Fólkið lovar at halda lóginaVegna alt hetta hava vit gjørt óvikandi sáttmála, sum vit hava sett á blað; og á tí innsiglaða skjalinum standa nøvn høvdinga vára, Levita og presta vára.

v1  Tað innsiglaða skjalið hava hesir ritað undir: Landsstjórin Nehemia Hákaljason og Zidkia, v2  Seraja, Ázarja, Jeremja, v3  Pasjhur, Ámarja, Malkija, v4  Hattusj, Sjebanja, Malluk, v5  Hárim, Meremot, Óbadja, v6  Dánjal, Ginneton, Báruk, v7  Mesjullam, Ábia, Mijjamin, v8  Máazja, Bilgai og Sjemaja; hetta vóru prestarnir. v9  Og Levitarnir: Jesjua Ázanjason, Binnui ein av eftirkomarum Henadads, Kadmiel v10  og brøður teirra Sjebanja, Hódia, Kelita, Pelaia, Hánan, v11  Mika, Rehob, Hásjabja, v12  Zakkur, Sjerebja, Sjebanja, v13  Hódia, Báni og Beninu. v14  Høvdingar fólksins: Párosj, Páhat-Móab, Elam, Zattu, Báni, v15  Bunni, Ázgad, Bebai v16  Ádónia, Bigvai, Ádin, v17  Áter, Hizkia, Azzur, v18  Hódia, Hásjum, Bezai, v19  Hárif, Ánatot, Nebai, v20  Magpiasj, Mesjullam, Hezir, v21  Mesjezabel, Zádok, Jaddua, v22  Petalja, Hánan, Ánaja, v23  Hósea, Hánanja, Hassjub, v24  Hallohesj, Pilha, Sjóbek, v25  Rehum, Hásjabna, Máaseja, v26  Áhija, Hánan, Ánan, v27  Malluk, Hárim og Báana. v28  Og hitt fólkið, prestarnir, Levitarnir, duravørðirnir, sangararnir, tempultrælirnir og allir teir, ið høvdu skilt seg burtur úr heidningunum til at fylgja lóg Guðs, við konum sínum, sonum og døtrum og øllum, ið dugdu á at skyna, v29  gingu saman við hinar mætaru brøður sínar og svóru tann eið at vilja ganga eftir lóg Guðs, ið givin var við Mósesi, tænara Guðs, og at varðveita og halda øll boðorð drottins, Harra várs, allar lógir, samtyktir og fyriskipanir hans: v30  Vit skulu ikki gifta hinum heidnu íbúgvum landsins døtur okkara og ikki taka sonum okkara døtur teirra til konu; v31  tá ið hinir heidnu íbúgvar landsins koma á hvíludegnum við torgvørum sínum og alskyns korni til at selja, tá skulu vit ikki keypa frá teimum á hvíludegnum ella á nøkrum hátíðardegi; vit skulu lata jørðina hvíla sjeynda hvørt ár og avkanna okkum øll veðlán. v32  Framvegis skulu vit leggja á okkum ta skyldu hvørt ár at greiða ein triðingssikul til tænastuna í húsi Guðs várs, v33  til sýnisbreyðini og hitt dagliga grónofrið, til hitt dagliga brenniofrið og ofrini á hvíludøgunum og sólkomudøgunum, til veitsluhátíðirnar, til takkarofrini og syndaofrini til at gera sátt fyri Ísrael og til alt starv í húsi Guðs várs. v34  Okkum prestum, Levitum og fólkinum skal við lutakasti líknast tann offurgáva at lata brennivið til hús Guðs várs eftir ættum várum á tilskilaðum tíma ár undan ári til at brenna á altari Harrans, Guðs várs, eins og ritað er í lógini. v35  Vit skulu hvørt ár flyta allan frumgróður av jørð okkara og av øllum aldintrøum í hús Harrans, v36  og somuleiðis koma við frumbornu sonum okkara og tí frumborna av fenaðinum, eins og ritað er í lógini, og við tí frumborna av stórdýrum og smalum okkara í hús Guðs várs, til prestarnar, sum gera tænastu í húsi Guðs várs. v37  Og frumgróðurin av korni okkara og av ávøksti á øllum trøum, av aldinløgi og olju skulu vit flyta í kovarnar í húsi Guðs várs til prestarnar og tíggjundina av jørð okkara til Levitarnar. Levitarnir heinta sjálvir tíggjundina inn í jarðyrkisbygdum okkara. v38  Og presturin, sonur Árons, skal vera við Levitunum, tá ið teir heinta inn tíggjundina; og Levitarnir skulu flyta tíggjund av tíggjundini í hús Guðs várs, inn í herbergini í goymsluhúsinum. v39  Tí at í hesi herbergi skulu Ísraelsmenn og Levitarnir koma við offuravskurði av korni, aldinløgi og olju; her eru ílát halgidómsins og prestarnir, ið gera tænastu, og duravørðirnir og sangararnir; ikki vilja vit svíkja hús Guðs várs.