Hvussu fólkið varð sundurbýtt

v1  Og høvdingar fólksins tóku upp bústað í Jerúsalem, meðan hitt fólkið kastaði lut soleiðis, at av hvørjum tíggju monnum skuldi ein seta seg niður í Jerúsalem, hini heilagu borg, og hinir níggju skuldu búgva í borgunum. v2  Fólkið bað gott fyri øllum teimum, ið sjálvboðin tóku upp bústað í Jerúsalem.

Íbúgvar Jerúsalems

v3  Hesir eru teir oddamenn í skattlandi okkara, sum búðu í Jerúsalem; men í Júdaborgunum búði hvør í síni borg, har hann hevði ogn sína, Ísraelsmenn yvirhøvur, prestarnir, Levitarnir, tempultrælirnir og eftirkomarar træla Sálomons.

v4  Í Jerúsalem búðu bæði Júdamenn og Benjaminitar. Av Júdamonnum: Átaja Uzziason Zekarjasonar, Ámarjasonar, Sjefatjasonar, Máhálalelssonar av eftirkomarum Perezar, v5  og Máaseja Báruksson Kol-Hózesonar, Házajasonar, Ádajasonar, Jójaribssonar, sonar Zekarja Sjelanita. v6  Allir eftirkomarar Perezar, sum búðu í Jerúsalem, vóru tilsamans fýra hundrað og seksti og átta vígførir menn.

v7  Og hesir Benjaminitar: Sallu Mesjullamsson, Jóedssonar, Pedajasonar, Kólajasonar, Máasejasonar, Itielssonar, Jesjajasonar v8  og brøður hansara, níggju hundrað og tjúgu og átta reystir kappar. v9  Jóel Zikrison var oddamaður teirra, og Júda Hassenuason var annar hægsti maður í borgini.

v10  Av prestunum: Jedaja, Jójarib, Jákin, v11  Seraja Hilkiason, Mesjullamssonar, Zádokssonar, Merajotssonar, Áhitubssonar, høvuðsmaður yvir templi Guðs, v12  og brøður teirra, sum gjørdu tænastu við templið, átta hundrað og tjúgu og tveir mans; og Ádaja Jerohamsson, Pelaljasonar, Amzisonar, Zekarjasonar, Pasjhurssonar, Malkijasonar, v13  og brøður hans ættarhøvdingarnir tvey hundrað og fjøruti og tveir mans; og Ámasjsai Ázarelsson, Ázaisonar, Mesjillemotssonar, Immerssonar, v14  og brøður hans eitt hundrað og tjúgu og átta reystir kappar. Oddamaður teirra var Zabdiel Gedolimsson.

v15  Av Levitunum: Sjemaja Hassjubsson, Azrikamssonar, Hásjabjasonar, Bunnisonar, v16  og Levita-høvdingarnir Sjabbetai og Józabad, ið settir vóru yvir uttanhýsisstarvinum við hús Guðs, v17  og Mattanja Mikason, Zabdisonar, Ásafssonar, sum undir bønarhaldinum skipaði lovsangin, og Bakbukja, annar hægstur av brøðrum sínum, og Abda Sjammuason, Gálalssonar, Jedutunssonar. v18  Allir Levitarnir í borgini halgu vóru tilsamans tvey hundrað og áttati og fýra.

v19  Av duravørðunum: Akkub, Talmon og brøður teirra, sum stóðu á varðhaldi við liðini, tilsamans eitt hundrað og sjeyti og tveir.

v20  Men allir hinir Ísraelsmenn, prestarnir og Levitarnir búðu í øllum hinum borgum Júda, hvør á síni ogn. v21  Tempultrælirnir búðu í Ófel, og Ziha og Gisjpa vóru settir yvir teimum. v22  Yvirmaður Levitanna við tænastuna í húsi Guðs í Jerúsalem var Uzzi Bánison, Hásjabjasonar, Mattanjasonar, Mikasonar, av eftirkomarum Ásafs, sangarunum. v23  Kongur hevði givið skipan um teir, og sangarunum var tilskilað vist gjald, ið teimum tørvaði fyri hvønn dag. v24  Petaja Mesjezabelsson ein av eftirkomarum Zera Júdasonar var umboðsmaður hjá kongi í øllum málevnum fólksins.

Bústaðir Júdamanna

v25  Og viðvíkjandi jarðyrkisbygdunum so búðu nakrir av Júdamonnum í Kirjat-Arba og bygdunum har íkring, í Dibon og bygdunum har íkring, í Jekabzeel og torpunum har íkring, v26  í Jesjua, Molada, Bet-Pelet, v27  Házar-Sjúal, Beer-Sjeba og bygdunum har íkring. v28  Í Ziklag, Mekona og bygdunum har íkring, v29  í En-Rimmon, Zórea, Jarmut, v30  Zánoa, Ádullam og torpunum har íkring, í Lákisj við teirri jørð, sum har lá til, í Ázeka og bygdunum har íkring. Teir høvdu tikið sær bústað frá Beersjeba alt norður at Hinnomsdali.

v31  Benjaminitarnir búðu í Geba, Mikmas, Ajja, Betel og bygdunum har íkring, v32  Ánatot, Nób, Ánanja, v33  Házor, Ráma, Gittáim, v34  Hádid, Zeboim, Neballat, v35  Lód, Óno og Smiðadali.

v36  Av Levitunum búðu summar Júdadeildirnar í Benjamin.