v1 Og hesir eru teir prestar og Levitar, ið fóru heim við Zerubbábel Sjealtielssyni og Jesjua: Seraja, Jeremja, Ezra, v2 Ámarja, Malluk, Hattusj, v3 Sjekanja, Hárim, Meremot, v4 Iddo, Ginnetoi, Ábia, v5 Mijjamin, Máadja, Bilga, v6 Sjemaja, Jójarib, Jedaja, v7 Sallu, Ámok, Hilkia og Jedaja. Hesir vóru oddamenn prestanna og brøðra teirra á døgum Jesjua. v8 Og Levitarnir: Jesjua, Binnui, Kadmiel, Sjerebja, Júda, Mattanja, sum saman við brøðrum sínum skipaðu lovsangin, v9 meðan Bakbukja og Unni við brøðrum sínum stóðu yvir teimum við tænastugerðina. v10 Og Jesjua gat Jójakim, Jójakim gat Eljasjib, Eljasjib gat Jójada, v11 Jójada gat Jóhanan og Jóhanan gat Jaddua. v12 Á døgum Jójakims vóru hesir høvuðsmenn fyri prestaættirnar: Meraja fyri Seraja, Hánanja fyri Jeremja, v13 Mesjullam fyri Ezra, Jóhanan fyri Ámarja, v14 Jónatan fyri Malluk, Jósef fyri Sjebanja, v15 Adna fyri Hárim, Helkai fyri Merajot, v16 Zekarja fyri Iddo, Mesjullam fyri Ginneton, v17 Zikri fyri Ábia, ... fyri Minjamin, Piltai fyri Máadja, v18 Sjammu fyri Bilga, Jónatan fyri Sjemaja, v19 Mattenai fyri Jójarib, Uzzi fyri Jedaja, v20 Kallai fyri Sallu, Eber fyri Ámok, v21 Hásjabja fyri Hilkia og Netánel fyri Jedaja. v22 Levita-ættarhøvdingarnir á døgum Eljasjibs, Jójada, Jóhanans og Jaddua vóru skrásettir og somuleiðis prestarnir alt fram at ríkisstjórn Dáriusar hins persiska. v23 Av eftirkomarum Levi vóru ættarhøvdingarnir skrásettir í árbókina alt fram at døgum Jóhanans Eljasjibssonar. v24 Høvuðsmenn Levitanna vóru: Hásjabja, Sjerebja, Jesjua, Binnui, Kadmiel og brøður teirra, sum stóðu yvir av teimum til tess at syngja lovsangin og takkarsangin samsvarandi boði Dávids Guðsmansins, flokkur hjá flokki. v25 Mattanja, Bakbukja, Óbadja, Mesjullam, Talmon og Akkub vóru duravørðir og stóðu á varðhaldi við goymslubúrini við liðini. v26 Hesir vóru høvuðsmenn á døgum Jójakims Jesjuasonar, Józadakssonar, og á døgum Nehemia landsstjóra og Ezra prests hins skriftlærda.
v27 Men tá ið borgargarður Jerúsalems skuldi verða vígdur, tá søktu teir Levitarnar frá øllum bústøðum teirra og komu við teimum til Jerúsalem til at halda vígsluna við gleði og fagnaðarljóðum, við glymskálum, hørpum og søltrum. v28 Tá savnaðust sangararnir saman bæði av landinum kring Jerúsalem og úr torpum Netofatita, v29 úr Bet-Gilgal og av landinum kring Geba og Azmavet, tí at sangararnir høvdu bygt sær torpar kring Jerúsalem. v30 Tá ið prestarnir og Levitarnir høvdu reinsað seg, reinsaðu teir fólkið, liðini og borgargarðin. v31 Síðan læt eg høvdingar Júda stíga upp á borgargarðin og skipaði tvinnar fjølmentar skrúðgonguflokkar til at lovsyngja; annar gekk til høgru uppi á borgargarðinum móti Mykjuliðinum; v32 honum fylgdi Hósjaja og helmingurin av høvdingum Júda; v33 tínæst nakrir av prestunum við lúðrum, Ázarja, Ezra, Mesjullam, v34 Júda, Binjamin, Sjemaja og Jeremja; v35 somuleiðis Zekarja Jónatansson, Sjemajasonar, Mattanjasonar, Mikasonar, Zakkurssonar, Ásafssonar, v36 og brøður hansara Sjemaja, Ázarel, Milalai, Gilalai, Máai, Netánel, Júda, Hánani við ljóðførum Dávids Guðsmansins, og undan teimum gekk Ezra hin skriftlærdi. v37 Teir gingu yvir Lindarliðið beint fram niðan trappurnar at Dávidsborgini, har gingið verður upp á borgargarðin omanvert við høll Dávids og síðan eystur at Vatnsliði. v38 Hin lovsongsflokkurin, sum eg og hin helmingur fólksins fylgdust við, gekk til vinstru uppi á borgargarðinum yvir Ovntorninum fram at Breiðaborgargarði, v39 og framvegis yvir Efraimliðið, Gamlaliðið, Fiskaliðið, Hánaneltorn, Meatornið alt at Seyðaliðinum og tóku støðu við Varðhaldsliðið. v40 Síðan tóku báðir lovsongsflokkarnir støðu í húsi Guðs og somuleiðis eg og við mær helmingur oddamannanna v41 og prestarnir Eljakim, Máaseja, Minjamin, Mika, Eljoenai, Zekarja, Hánanja við lúðrum; v42 framvegis Máaseja, Sjemaja, Eleazar, Uzzi, Jóhanan, Malkija, Elam og Ezer. Og sangararnir lótu songin ljóða, meðan Jizraja skipaði. v43 Teir ofraðu mikil sláturoffur henda dag og gleddu seg, tí at Guð hevði veitt teimum mikla gleði; eisini konur og børn gleddust, so at gleðirómurin úr Jerúsalem hoyrdist langar leiðir.
v44 Henda sama dag vórðu skipaðir tilsjónarmenn yvir teimum herbergum, ið vóru goymslubúr fyri offuravskurðinum, frumgróðrinum og tíggjundini, til tess at greiðslurnar av borgarjørðini, sum prestarnir og Levitarnir eftir lógini skuldu hava, skuldu verða bornar inn hagar; tí at tað var Júdamonnum ein gleði, at prestarnir og Levitarnir gjørdu tænastu. v45 Hesir høvdu umsjón við øllum, ið var at gæta viðvíkjandi gudstænastuni og reinsanini; eisini sangararnir og duravørðirnir gjørdu skyldu sína samsvarandi boði Dávids og Sálomons, sonar hans. v46 Tí at longu í forðum, á døgum Dávids var Ásaf á odda fyri sangarunum og skipaði lovsongin og takkarsongin Guði til handar. v47 Og allir Ísraelsmenn á døgum Zerubbábels og Nehemia lótu av hendi greiðslurnar til sangararnar og duravørðirnar tað, sum hvønn dag var tørvur á; og Levitunum góvu teir halgigávur, og Levitarnir góvu Árons sonum halgigávur.