Hinir fremmandu verða skildir burturúr

v1  Tann dagin varð lisið upp fyri fólkinum úr Mósebók, og fanst tað ritað í henni, at eingin Ammoniti ella Móabiti nakrantíð mátti sleppa upp í savnað Guðs, v2  aftur fyri at teir ikki vóru komnir ímóti Ísraelsbørnum við breyði og vatni, og at hann hevði leigað móti teimum Bileam til tess at bølbiðja teir; men Guð okkara snúði bølbønini í signing. v3  Tá ið teir nú hoyrdu lógina, skildu teir alt fremmandafólk burtur úr Ísrael.

Nehemia annað sinn í Jerúsalem

v4  Men nakað framman undan hesum hevði Eljasjib prestur, ið settur var yvir herbergunum við hús Guðs várs og skyldur var við Tóbija, v5  útbúgvið honum stórt herbergi, har sum menn áður høvdu goymt grónofrið og roykilsið, ílátini og tíggjundina av korni, aldinløgi og olju, hinar lógbodnu greiðslurnar til Levitarnar, sangararnar og duravørðirnar og somuleiðis offuravskurðin til prestarnar. v6  Men meðan hetta fór fram, var eg ikki í Jerúsalem, tí at á tríatiunda og øðrum ríkisári Artakserksesar, Bábelkongs, var eg komin aftur til kongin; men nakrar dagar seinni bað eg um heimloyvi av kongi; v7  og tá ið eg kom til Jerúsalem og sá tað illa, sum Eljasjib hevði gjørt við at útbúgva Tóbija herbergi í forgørðunum í húsi Guðs, v8  tá varð eg ógvuliga illur, kastaði øll húsgøgn hjá Tóbija úr herberginum út á geilar v9  og beyð at reinsa herbergið; síðan flutti eg inn aftur hagar ílát hús Guðs, grónofrið og roykilsið.

v10  Eg komst eisini eftir tí, at greiðslurnar til Levitanna ikki høvdu verið latnar, so at teir Levitar og sangarar, sum gera skuldu tænastu, vóru rýmdir heim aftur á jørð sína. v11  Tá setti eg at yvirmonnunum og segði: »Hví verður hús Guðs vanskettað?« Síðan stevndi eg Levitunum saman og setti teir aftur í stað teirra. v12  Og allir Júdamenn førdu nú í goymslubúrini tíggjundina av korni, aldinløgi og olju. v13  Yvir goymslubúrini skipaði eg teir Sjelemja prest, Zádok skrivara og Pedaja, ein av Levitunum, og teimum til hjálpar: Hánan Zakkursson Mattanjasonar; tí at teir vóru taldir álitismenn; og teirra skylda var tað at býta út til brøðra sína. v14  Minst mær hetta aftur Guð mín og strika ikki tær góðgerðir út, ið eg havi gjørt fyri hús Guðs míns í tænastu hans!

v15  Um hetta sama mundið sá eg nakrar í Júda, sum tróðu vínfargið á hvíludegnum og bóru inn korn á asnabaki og somuleiðis vín og vínber og fikur og alskyns vørur og komu við tí á hvíludegnum til Jerúsalem. Teimum hevði eg at, tá ið teir seldu hesar matvørur. v16  Og Týrusmenn, ið har høvdu sett seg niður, komu somuleiðis við fiski og alskyns torgvørum og seldu Júdamonnum tað á hvíludegnum í Jerúsalem. v17  Tá setti eg at tignarmonnum Júda og segði við teir: »Hvat er hetta fyri ógerð, tit havast at, at tit vanhalga hvíludagin? v18  Hevur ikki Guð okkara leitt alla hesa ógævu yvir okkum og yvir hesa borg, fyri tað at fedrar tykkara fóru soleiðis at? Og nú royna tit at birta upp undir vreiði hans móti Ísrael við at vanhalga hvíludagin!« v19  Og so skjótt sum tað fór at vera myrkt í borgarliðum Jerúsalems atfangakvøldið, beyð eg, at hurðarnar skuldu verða lokaðar, og at tær ikki skuldu verða upp aftur latnar, fyrr enn hvíludagurin var liðin. Og eg setti nakrar av sveinum mínum við liðini til at gæta tey, at ongar vørur sluppu innum á hvíludegnum. v20  Keypmenninir og teir, ið seldu alskyns torgvørur, høvdu nú nakrar ferðir ligið náttina uttan fyri Jerúsalem. v21  Eg hevði tí at teimum og segði við teir: »Hví liggja tit náttina úti fyri borgargarðinum? Gera tit hetta aftur, leggi eg hond á tykkum!« Eftir hetta komu teir ikki aftur á hvíludegnum. v22  Somuleiðis beyð eg Levitunum, at teir skuldu reinsa seg og síðan koma og gæta borgarliðini, til tess at hvíludagurin kundi verða hildin heilagur. Minst mær eisini hetta aftur, Guð mín, og várkunna mær eftir tíni miklu miskunn.

v23  Samstundis sá eg eisini Júdear, ið høvdu konur úr Asdod, Ammon og Móab. v24  Helmingur barna teirra talaði Asdodmál ella tungumál hjá øðrum tjóðum, men dugdi ikki at tala Júda-tungu. v25  Eg setti at teimum og bað ilt oman yvir teir, ja, sló summar av teimum og roytti teir í hárið og svór teir við Guð og segði: »Giftið ikki sonum teirra døtur tykkara og takið ikki sonum tykkara ella sjálvum tykkum døtur teirra til konu! v26  Var ikki tílíkt orsøkin til, at Sálomon, Ísraels kongur, syndaði? Millum allar hinar mongu tjóðirnar fanst ikki javnlíki hans; og so nógv var hann elskaður av Guði sínum, at Guð gjørdi hann til kong yvir øllum Ísrael; tó varð eisini hann tøldur av fremmandum konum til at synda! v27  Skulu vit nú hoyra um tykkum, at tit fremja hesa miklu ógerð og sýna Guði tílíkt trúloysi, við tað at tit taka tykkum útlendskar konur?«

v28  Ein av sonum Jójada Eljasjibssonar, høvuðsprests, ið var mágur Sanballats Hóronita, rak eg burtur frá mær. v29  Minst teimum tað aftur, Guð mín, at teir vanhalgaðu prestadømið og sáttmála prestanna og Levitanna!

v30  Soleiðis reinsaði eg teir frá øllum fremmandum. Og eg fekk prestunum og Levitunum alt aftur í rættlag viðvíkjandi tænastuni og hvørs mans starvi v31  og viðvíkjandi viðinum, ið greiddur skuldi verða til ásetta tíð, og frumgróðrinum. Minst mær hetta aftur, Guð mín, til góða!