Nehemia fær boð um viðurskiftini í Jerúsalem

v1  Frásøgn Nehemia Hákaljasonar. Í kislev mánaði, tjúgunda árið, meðan eg var í borgini Súsan, v2  kom Hánani, ein av brøðrum mínum, og nakrir menn úr Júda; og tá ið eg spurdi teir um Júdearnar, leivdina, sum eftir var av hinum herleiddu, og um Jerúsalem, v3  søgdu teir mær, at leivdirnar, sum eftir vóru av hinum herleiddu, livdu har í landinum í miklari neyð og vanæru, og at borgargarðar Jerúsalems vóru niðurbrotnir og borgarliðini uppbrend.

Nehemia kærir seg fyri Harranum um tey

v4  Tá ið eg hoyrdi hesi tíðindi, settist eg niður at gráta og syrgdi í fleiri samfeldar dagar; og eg fastaði og bað til Guðs á himnum. v5  Og eg segði: »Á Harri, Guð himnanna, tú mikli og øgiligi Guð, ið varðveitir sáttmálan og miskunnsemina við teir, ið elska teg og halda boðorð tíni! v6  Á, lat oyra títt geva í geyma, og eygu tíni vera opin, so at tú hoyrir bønir tænara tíns, sum eg nú biði fyri ásjón tíni dagar og nætur fyri Ísraelsmonnum, tænarum tínum, við tað at eg játti syndir teirra, sum vit hava gjørt ímóti tær – tí at eisini eg og faðirætt mín hava syndað. v7  Vit hava gjørt illa móti tær og hava ikki hildið tey boðorð og tær fyriskipanir og lógir, sum tú legði fyri Móses, tænara tín. v8  Men minst nú orðið, sum tú beyðst Mósesi, tænara tínum, tá ið tú segði: Eru tit trúleysir, tá skal eg spjaða tykkum út ímillum tjóðanna; v9  men snúgva tit við aftur til mín og halda boðorð míni og gera eftir teimum, tá skal eg, um so tykkara burturriknu eru við himinsins enda, savna tey haðan og leiða tey heim aftur á tann stað, sum eg havi útvalt navni mínum til bústaðar! v10  Teir eru jú tænarar tínir og títt fólk, sum tú í tínum mikla mátti loysti út við tíni sterku hond. v11  Á Harri, lat nú oyra títt geva í geyma bøn tænara tíns og bøn tænara tína, teir, ið fegnir óttast navn títt; lat tað nú eydnast tænara tínum, og lat hann finna náði fyri hesum manni!« – Eg var tá skeinkjari hjá kongi.