v1 Eljasjib høvuðsprestur og prestarnir, brøður hans, fóru nú undir at byggja Seyðaliðið. Teir vígdu tað og settu hurðarnar í; síðan bygdu teir alt at Meatorninum, sum teir vígdu, og framvegis at Hánaneltorni. v2 Næstir honum laðaðu menn frá Jeriko og næstur teimum Zakkur Imrison.
v3 Fiskaliðið bygdu synir Senáa; teir settu upp duragrind og hurðar, stonglar og lokur tess. v4 Næstur teimum laðaði Meremot Uriason Hakkozsonar. Næstur honum laðaði Mesjullam Berekjason Mesjezabbelssonar. Næstur honum laðaði Zádok Báanason. v5 Næstir honum laðaðu Tekóamenn, men hinir stóru teirra millum boygdu ikki háls sín undir tænastuna fyri Harranum.
v6 Jójada Páseason og Mesjullam Besodjason vælaðu um Gamlalið; teir settu upp duragrind og hurðar, stonglar og lokur tess. v7 Næstir teimum laðaðu Melatja Gibeoniti og Jádon Meronotiti saman við monnum úr Gibeon og Mizpa, ið lýddu landsstjóranum hinumegin Ánna. v8 Næstur honum laðaði Uzziel Harhajason, ein av gullsmiðunum. Næstur honum laðaði Hánanja, ein av salvublandarunum. Teir vælaðu um Jerúsalem alt at Breiðaborgargarði. v9 Næstur teimum laðaði Refaja Hursson, høvdingi yvir hálva umdøminum kring Jerúsalem. v10 Næstur honum laðaði Jedaja Hárumafsson yvir av húsum sínum. Næstur honum laðaði Hattusj Hasjabnejason. v11 Malkija Hárimsson og Hásjub Páhat-Móabsson vælaðu um hin teinin alt fram at Ovntorninum. v12 Næstur honum laðaði Sjallum Hallohesjson, høvdingi yvir hinum hálva umdøminum kring Jerúsalem saman við døtrum sínum.
v13 Hánun og Zánoabúgvar gjørdu Dalsliðið aftur; teir bygdu tað og settu upp hurðar, stonglar og lokur tess og laðaðu túsund alnir av borgargarði alt at Mykjuliðinum. v14 Malkija Rekabsson, høvdingi yvir umdømi Bet-Kerems, gjørdi Mykjuliðið aftur; hann bygdi tað og setti upp hurðar og stonglar og lokur tess.
v15 Sjallun Kol-Hózeson, høvdingi yvir umdømi í Mizpa, gjørdi Lindarliðið aftur; hann reisti og takti tað og setti upp hurðar, stonglar og lokur tess; framvegis laðaði hann borgargarðin við tjørnina, haðan vatnið rennur oman í garð kongsins alt at trøppunum oman frá Dávidsborgini. v16 Næstur honum laðaði Nehemia Azbuksson, høvdingi yvir hálva umdømi Bet-Zurs, til áraka gravir Dávids, alt at hini tilbúnu tjørnini og at kappahúsinum. v17 Næstir honum laðaðu Levitarnir við Rehum Bánisyni á odda; og næstur honum laðaði Hásjabja, høvdingi yvir hálvum umdømi Ke'ilu. v18 Næstir honum laðaðu frændur teirra; fyri teimum var Binnui Henadadsson, høvdingi yvir hinum hálva umdømi Ke'ilu. v19 Næstur honum starvaði Ezer Jesjuason, høvdingi yvir Mizpa; hann laðaði annan teinin beint yvir av har, sum gingið verður niðan í vápnahúsið á horninum. v20 Næstur honum fekst Báruk Zabbaison dúgliga við at laða ein teinin frá horninum alt at húsadurum Eljasjibs høvuðsprests. v21 Næstur honum laðaði Meremot Uriason Hakkozsonar ein teinin frá durunum alt at endanum á húsi Eljasjibs. v22 Næstir honum laðaðu prestarnir, menninir av Jórdanslættanum. v23 Næstir teimum laðaðu Binjamin og Hassjub yvir av húsi sínum. Næstur teimum laðaði Ázarja Máasejason Ánanjasonar tætt hjá húsi sínum. v24 Næstur honum laðaði Binnui Henadadsson ein teinin frá húsi Ázarja alt at horninum, har borgargarðurin sneiddi. v25 Pálal Uzaison laðaði yvir av horninum og ovara torni, sum stendur fram úr húsi kongs tætt við varðhaldsgarðin; næstur honum laðaði Pedaja Párosjson v26 alt til yvir av Vatnliðinum eystantil og torninum, ið stendur framúr har. v27 Næstir honum laðaðu Tekóamenn ein teinin frammanvert við tornið mikla, sum skjýtst framúr, og alt at Ófelborgargarði.
v28 Fyri oman Rossaliðið laðaðu prestarnir hvør frammanvert við hús sítt. v29 Næstur teimum laðaði Zádok Immersson frammanvert við hús sítt; og næstur honum laðaði Sjemaja Sjekanjasson, vørður Eysturliðsins. v30 Næstur honum laðaðu Hánanja Sjelemjason og Hánun, sætti sonur Zálafs, annan teinin; og næstur teimum laðaði Mesjullam Berekjason yvir av herbergi sínum. v31 Malkija, ein av gullsmiðunum, laðaði næstur honum alt at húsi tempultrælanna; sølumenninir laðaðu yvir av Mifkadliðinum og alt at hornasvølunum. v32 Og millum svalanna á horninum og Seyðaliðsins laðaðu gullsmiðirnir og sølumenninir.