v1 Men tá ið Sanballat frætti, at vit tókust við at endurreisa borgargarðin, reiddist hann og varð ógvuliga illur; hann spottaði Júdearnar v2 og mælti, meðan brøður hans og herfólkið í Sámáriu hoyrdu: »Hvat er hetta, Júdearnir, hasi vesælavættini, havast at? Vilja teir líta tað Guði upp í hendur? Ætla teir at ofra? Kunnu teir gera liðugt eftir einum degi? Ætla teir at fáa lív í hesar kolaðu steinar upp úr hesum moldheyggjum?« v3 Tóbija Ammoniti, ið har stóð, segði: »Latið teir bara byggja; um bert ein revur klívur upp á steinvegg teirra, rapar hann allur!« v4 »Hoyr Guð vár, hvussu vit verða háðaðir! Men lat tú háðan teirra koma yvir teir sjálvar. Lat teir sum herleiddar liva vanvirdar í øðrum landi! v5 Tak ikki útyvir við misgerð teirra, strika ikki út syndir teirra fyri ásjón tíni; tí at teir hava lagt ilt fyri teir, sum takast við at byggja!« v6 Men vit hildu áfram at byggja borgargarðin, til hann var allur komin upp í hálva hædd. Og fólkið starvaði við góðum huga.
v7 Tá ið nú Sanballat og Tóbija og Árábarnir og Ammonitarnir og Asdoditarnir hoyrdu, at væl leið frá hondini við at væla um borgargarðar Jerúsalems, og at skørðini tóku at tippast, tá kom mikil øði í teir, v8 og teir svóru seg allir saman um at fara at herja á Jerúsalem og loypa ólag í har. v9 Tá bóðu vit til Guðs várs og settu upp varðmenn bæði nátt og dag til at verja okkum móti teimum. v10 Men Júdearnir søgdu: »Burðarmenninir leggjast fyri, og eyrrúgvurnar eru ov stórar vit eru ikki førir fyri at endurreisa borgargarðin!« v11 Og mótstøðumenn okkara hugsaðu: Teir skulu ongum vita av og einki gruna, fyrr enn vit ráðast á teir og týna teir av lívi og beina soleiðis fyri verkinum. v12 Tá ið nú teir Júdear, ið búðu teimum næstir, komu og søgdu alsamt við okkum, at hinir komu frá øllum býlum sínum til tess at ráðast á okkum, v13 og fólkið helt seg á láganum uttanvert við borgargarðin niðri í holum, tá læt eg teir standa fram eftir ættum sínum við svørðum, spjótum og bogum; v14 og tá ið eg hevði kannað teir, gekk eg fram og mælti við tignarmenninar og yvirmenninar og hitt fólkið: »Ikki skulu tit óttast teir; men havið í huga Harran, hin mikla og øgiliga, og stríðist fyri brøður tykkara, synir og døtur tykkara og konur og heim tykkara!«
v15 Tá ið fíggindar okkara frættu, at vit høvdu fingið fregn um teir, og at Guð soleiðis hevði ónýtt ráðagerðir teirra, tá kundu vit allir snúgva aftur at borgargarðinum hvør til starv sítt. v16 Men eftir tað starvaði einans helmingurin av sveinum mínum; hin helmingurin stóð vápnaður við spjótum og skjøldum, bogum og brynjum. Og høvdingarnir stóðu aftan fyri allar Júdamenn, ið tókust við at byggja upp borgargarðin. v17 Eisini burðarmenninir stóðu vígbúnir; við aðrari hondini vunnu teir at verkinum, men høvdu spjótið í hinari. v18 Og allir, ið laðaðu, vóru gyrdir svørði sínum við lendar, meðan teir laðaðu; lúðursveinurin stóð undir liðini á mær, v19 og eg segði við tignarmenninar og yvirmenninar og við hitt fólkið: »Verkið er stórt, og vítt er um at fara, og vit eru spjaddir á borgargarðinum langt burtur hvør frá øðrum; v20 har, sum tit tí hoyra lúðraljómin, hagar skulu tit savnast um okkum; Guð vár vil berjast fyri okkum!« v21 Soleiðis vunnu vit at verkinum, meðan hálv manningin stóð vápnað við spjótum, frá tí tað roðaði fyri sól, og til stjørnurnar fóru at síggjast. v22 Samstundis segði eg við fólkið: »Allir skulu liggja náttina inni í Jerúsalem við sveinum sínum, so at teir mega vera vørðir hjá okkum um náttina, men um dagin vinna at verkinum.« v23 Og hvørki eg ella brøður ella sveinar mínir ella varðmenninir, ið fylgdu mær, vóru nakrantíð úr klæðunum, og varð maður sendur eftir vatni, hevði hann altíð spjótið við sær.