Nehemia hjálpir teimum fátæku

v1  Nú hoyrdist mikil kvartan frá fólkinum, tí at konur teirra kæraðu seg yvir brøður sínar Júdearnar; v2  summar søgdu: »Synir og døtur okkara noyðast vit at veðseta fyri korn til tess at bjarga lívinum.« v3  Aðrar søgdu: »Akrarnar og víngarðarnar, ja húsini við, noyðast vit at veðseta fyri korn í hesi hungurstíð!« v4  Uppaftur aðrar søgdu: »Til tess at greiða kongsskattin noyddust vit at taka fæ til láns upp á akrar og víngarðar okkara! v5  Men er ikki hold várt javngott holdi brøðra vára og synir várir javngóðir sonum teirra, og tó noyðast vit at gera synir og døtur okkara til neyðar trælir; ja, summar av døtrum várum eru longu vorðnar trælkonur, og vit fáa einki gjørt við tað, av tí at akrar og víngarðar várir hoyra øðrum til!«

v6  Tá ið eg hoyrdi hesa kvartan teirra og hesa talu, varð eg ógvuliga vreiður. v7  Og tá ið eg hevði hugleitt hetta við sjálvum mær, setti eg at yvirmonnunum og tignarmonnunum og segði við teir: »Tit fara fram sum okrarar móti brøðrum tykkara!« Síðan stevndi eg saman fjølmentum tingi móti teimum v8  og segði við teir: »Vit hava eftir førimuni roynt at keypa leysar okkara júdeisku brøður, sum máttu selja seg heidningunum; og nú vilja tit selja brøður tykkara, so at teir verða seldir okkum!« Tá tagdu teir og vistu einki at svara. v9  Framvegis segði eg: »Tað er ikki rætt, at tit bera tykkum soleiðis at! Heldur áttu tit at ganga í ótta fyri Guði várum, at ikki heidningarnir, fíggindar okkara, skulu vanmeta okkum! v10  Eisini eg og brøður mínir og sveinar hava lænt teimum silvur og korn; men latum okkum nú gloyma hesa skuld, v11  og latið teir alt fyri eitt fáa akrar sínar og víngarðar, oljutrø síni og hús aftur og fyrilátið teimum tað, sum teir skylda tykkum fyri silvurið og kornið, aldinløgin og oljuna!« v12  Tá svaraðu teir: »Vit vilja lata tað aftur og einki krevja av teimum; eins og tú nú hevur boðið, vilja vit gera.« Eg læt teir nú, eftir at eg hevði kallað prestarnar saman, gera eið, at teir skuldu halda hetta. v13  Og eg risti bringufaldin á skikkju míni og segði: »Svá risti Guð hvønn tann, ið ikki heldur hetta orð, burtur frá húsi og ognum hans! Svá verði hann útristur og tømdur!« Og alt fólkið svaraði: »Amen!« Og fólkið lovaði Harranum og helt heiti sítt.

Nehemia letur av egnari ogn

v14  Eisini skal verða nevnt, at frá tí degi, Artakserkses kongur beyð mær at vera landsstjóri teirra í Júdalandi, frá tjúgunda til tríatiunda og annað ríkisárs hans – í tólv ár – neyt hvørki eg ella brøður mínir nakað av landsstjóravistunum, v15  meðan landsstjórarnir undan mær høvdu lagt byrðar á fólkið og tikið av teimum hvønn dag fjøruti siklar í silvuri fyri breyð og vín; eisini sveinar teirra høvdu verið fólkinum bágnir harrar; men eg bar meg ikki soleiðis at, við tað at eg óttaðist Guð. v16  Eg var sjálvur uppi í at byggja henda borgargarð, tó at vit onga jørð høvdu keypt; og sveinar mínir vóru har allir og vunnu at verkinum. v17  Júdearnir og yvirmenninir, eitt hundrað og fimmti mans, og teir, ið komu til okkara frá teimum heidningum, ið búðu kring okkum, ótu við mítt borð. v18  Hvønn dag varð borðreitt: ein oksi og seks úrvalsseyðir umframt fuglar og tíggjunda hvønn dag nøgdir av alskyns víni, og alt hetta galt eg sjálvur; men kortini kravdi eg ikki landsstjóravistirnar, tí at hetta fólkið var nívt av tungari vinnu. v19  Guð mín, minst alt tað, sum eg havi gjørt fyri hetta fólk, og lat tað verða mær til góða!