v1 Men tá ið Sanballat og Tóbija og Gesjem hin árábiski og hinir fíggindar okkara spurdu, at eg hevði fingið borgargarðin upp aftur, og at einki skarð var eftir í honum uttan tað, at eg enn ikki hevði sett hurðarnar upp í liðini, v2 tá sendu teir Sanballat og Gesjem boð til mín, at eg skuldi koma til fundar við teir í einum av torpunum í Ónodalinum. Men teir høvdu í hyggju at gera mær ilt. v3 Tí sendi eg ørindrekar til teirra við hesum boðum: »Eg havi mikið starv at greiða úr hondum og kann ikki koma oman hagar! Hví skal eg lata verkið liggja á láni og vansketta tað fyri at koma oman til tykkara?« v4 Fýra ferðir sendu teir mær hesi boð, men á hvørjum sinni gav eg teimum sama svar. v5 Tá sendi Sanballat á fimta sinni svein sín til mín við somu boðum, og hann hevði opið bræv við sær. v6 Í tí var ritað: »Tað liggur á ljóði millum grannatjóðanna, og Gasjmu sigur tað sama, at tú og Júdearnir hava í hyggju at gera uppreist, og at tú tessvegna strevast fyri at fáa borgargarðin upp aftur og ætlar at verða kongur teirra; v7 ja, at tú eisini skalt hava skipað tær profetar til at rópa tað út í Jerúsalem, at tú ert kongur í Júda. Hetta man kongur fara at frætta; kom tí og lat okkum samráðast.« v8 Men eg sendi honum hetta svar aftur: »Einki av hesum, ið tú nevnir, hevur verið gjørt; hatta er bert nakað, sum tú tekur upp úr tínum egna brósti.« v9 Men teir høvdu allir í hyggju at skelka okkum, so at vit skuldu falla í fátt, og verkið verða av ongum. Men styrk tú nú hendur mínar!
v10 Síðan kom eg inn við hús hjá Sjemaja Delajasyni Mehetabeelssonar, sum tá mátti halda seg innandura; hann segði: »Latum okkum fara saman inn í hús Guðs, dygst inn í halgidómin og loka hurðarnar eftir okkum; tí at tað koma menn at týna teg av lívi, ja teir koma í nátt at drepa teg!« v11 Men eg svaraði: »Eigur tílíkur maður sum eg at flýggja? Og hvussu kann maður tílíkur sum eg fara inn í halgidómin og kortini bjarga lívinum? Nei, eg fari ikki inn hagar!« v12 Tí at eg sá greitt, at Guð hevði ikki sent hann, men at hann spáaði mær hetta, av tí at Tóbija og Sanballat høvdu sent hann, v13 til tess at eg skuldi verða ræddur og gera hesa synd; tí at tá høvdu teir kunnað fingið meg út í ringt orð, so at eg hevði verið vanvirdur. v14 Minst tú, Guð mín, Tóbija og Sanballat hesar misgerðir teirra aftur og somuleiðis spákonuni Nóadju og hinum spámonnunum, ið royndu at skelka meg!
v15 Soleiðis var nú borgargarðurin endurreistur á tjúgunda og fimta degi í elul mánaði eftir fimmti og tveimum døgum. v16 Men allir fíggindar okkara og allir tjóðflokkar, ið búðu kring okkum, vórðu nú ógvuliga hugfalnir, tá ið teir spurdu hetta, av tí at teir skiltu, at hetta verk var fingið í lag av Guði várum. v17 Og mong vóru tey brøv, sum á teimum døgum vórðu send av tignarmonnum Júda til Tóbija og av Tóbija aftur til teirra; v18 tí at mangir í Júda vóru honum eiðsvornir, tí at hann var mágur Sjekanja Árasonar, og Jóhanan sonur hans hevði tikið sær dóttur Mesjullams Berekjasonar til konu. v19 Teir vóru eisini vanir at hava hann við orði fyri mær og bóru honum orð míni aftur. Tóbija sendi mær eisini brøv til tess at ræða meg.