Nehemia setir varðmenn við borgarliðini

v1  Tá ið nú borgargarðurin var fullgjørdur, setti eg hurðarnar í og skipaði duravørðir, sangarar og Levitar. v2  Og til at ráða fyri Jerúsalem setti eg Hánani, bróður mín, og Hánanja, virkishøvdinga, tí at hann var hildin at vera fráskila álítandi og gudrøkin maður. v3  Og eg legði teimum eina við ikki at opna borgarlið Jerúsalems, fyrr enn sólin var hátt á himni, at duravørðirnir, áður enn teir fóru heim, skuldu seta lokur og stonglar fyri hurðarnar, og at hvør maður í Jerúsalem skuldi standa á varðhaldi uttanfyri við hús sítt.

Hinir heim aftur komnu verða taldir (smbr. Ezra 2)

v4  Borgin var víð um og stór, men fult av fólki í henni, og eingi hús vóru enn upp aftur bygd. v5  Guð mín legði mær tá í bróst at stevna saman tignarmonnum og yvirmonnum og fólkinum til tess at skráseta teir í ættartal; tá fann eg ættarskrá teirra, sum fyrstir vóru heim aftur komnir; og har fann eg ritað:

v6  Hesir eru teir herleiddu av okkara skattlandi, sum komu heim aftur úr útlegdini – teir, sum Nebukadnezar kongur hevði flutt burtur til Bábel og nú snúðust heim aftur í Jerúsalem og Júda, hvør í sína borg, v7  teir, sum komu við Zerubbábel, Jesjua, Nehemja, Ázarja, Ráamja, Náhamani, Mordokai, Bilsjan, Misperet, Bigvai, Nehum og Báana. – Hetta er talið á øllum monnum av Ísraels fólki: v8  Eftirkomarar Párosjar: Tvey túsund, eitt hundrað og sjeyti og tveir. v9  Eftirkomarar Sjefatja: Trý hundrað og sjeyti og tveir. v10  Eftirkomarar Ára: Seks hundrað og fimmti og tveir. v11  Eftirkomarar Páhat-Móabs, eftirkomarar Jesjua og Jóabs: Tvey túsund, átta hundrað og átjan. v12  Eftirkomarar Elams: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra. v13  Eftirkomarar Zattu: Átta hundrað og fjøruti og fimm. v14  Eftirkomarar Zakkai: Sjey hundrað og seksti. v15  Eftirkomarar Binnui: Seks hundrað og fjøruti og átta. v16  Eftirkomarar Bebai: Seks hundrað og tjúgu og átta. v17  Eftirkomarar Ázgads: Tvey túsund, trý hundrað og tjúgu og tveir. v18  Eftirkomarar Ádónikams: Seks hundrað og seksti og sjey. v19  Eftirkomarar Bigvai: Tvey túsund og seksti og sjey. v20  Eftirkomarar Ádins: Seks hundrað og fimmti og fimm. v21  Eftirkomarar Áters, frá Hizkia: Níti og átta. v22  Eftirkomarar Hásjums: Trý hundrað og tjúgu og átta. v23  Eftirkomarar Bezai: Trý hundrað og tjúgu og fýra. v24  Eftirkomarar Hárifs: Eitt hundrað og tólv. v25  Ættaðir úr Gibeon: Níti og fimm. v26  Ættaðir úr Betlehem og úr Netofa: Eitt hundrað og áttati og átta. v27  Menn úr Ánatot: Eitt hundrað og tjúgu og átta. v28  Menn úr Bet-Azmavet: Fjøruti og tveir. v29  Menn úr Kirjat-Jearim, Kefira og Beerot: Sjey hundrað og fjøruti og tríggir. v30  Menn úr Ráma og Geba: Seks hundrað og tjúgu og ein. v31  Menn úr Mikmas: Eitt hundrað og tjúgu og tveir. v32  Menn úr Betel og Ai: Eitt hundrað og tjúgu og tríggir. v33  Menn úr hinum Nebo: Fimmti og tveir. v34  Eftirkomarar hins Elams: Eitt túsund, tvey hundrað og fimmti og fýra. v35  Eftirkomarar Hárims: Trý hundrað og tjúgu. v36  Ættaðir úr Jeriko: Trý hundrað og fjøruti og fimm. v37  Ættaðir úr Lod, Hádid og Óno: Sjey hundrað og tjúgu og ein. v38  Ættaðir úr Senáa: Trý túsund, níggju hundrað og tríati.

v39  Prestarnir: Eftirkomarar Jedaja – av ætt Jesjua: Níggju hundrað og sjeyti og tríggir. v40  Eftirkomarar Immers: Eitt túsund og fimmti og tveir. v41  Eftirkomarar Pasjhurs: Eitt túsund, tvey hundrað og fjøruti og sjey. v42  Eftirkomarar Hárims: Eitt túsund og seytjan.

v43  Levitarnir: Eftirkomarar Jesjua og Kadmiels, av eftirkomarum Hódavja: Sjeyti og fýra.

v44  Sangararnir: Eftirkomarar Ásafs: Eitt hundrað og fjøruti og átta.

v45  Duravørðirnir: Eftirkomarar Sjallums, Áters, Talmons, Akkubs, Hátita og Sjóbai: Eitt hundrað og tríati og átta.

v46  Tempultrælirnir: Eftirkomarar Ziha, Hásufa, Tabbaots, v47  Kerosar, Sia, Pádons. v48  Lebana, Hágaba, Salmai, v49  Hánans, Giddels, Gáhars, v50  Reaja, Rezins, Nekoda, v51  Gazzams, Uzza, Pásea, v52  Besai, Meunita, Nefusita, v53  Bakbuks, Hákufa, Harhurs, v54  Bazluts, Mehida, Harsja, v55  Barkósar, Sisera, Tema, v56  Nezia og Hátifa.

v57  Eftirkomarar tænara Sálomons: Eftirkomarar Sotai, Soferets, Perida, v58  Jáala, Darkons, Giddels, v59  Sjefatja, Hattils, Pokeret-Hazzebáims og Ámons. v60  Allir tempultrælir og eftirkomarar tænara Sálomons vóru trý hundrað og níti og tveir.

v61  Hesir vóru teir, ið heim fóru úr Tel-Mela, Tel-Harsja, Kerub-Addon og Immer og ikki kundu greina frá ættum og uppruna sínum, hvørt teir vóru komnir av Ísrael: v62  Eftirkomarar Delaja, Tóbija og Nekoda: Seks hundrað og fjøruti og tveir. v63  Og av prestunum: Eftirkomarar Hábaja, Hakkozar og Barzillai, sum hevði fingið sær konu av døtrum Barzillai Gileadita og nevndi seg við navni teirra; v64  hesir leitaðu eftir ættartølum sínum, men funnu tey ikki; tí vóru teir hildnir óverdugir til at vera prestar; v65  og landsstjórin sýtti teimum at eta av hinum háheilaga, til prestur var komin, ið kundi at handfara Urim og Tummim.

v66  Allur savnaðurin var tilsamans fjøruti og tvey túsund, trý hundrað og seksti; v67  umframt trælir og trælkvendi teirra, sum vóru sjey túsund, trý hundrað og tríati og sjey; teir høvdu eisini tvey hundrað og fjøruti og fimm sangarar og sangkonur. v68  Hestar teirra vóru sjey hundrað og tríati og seks; múldjórini tvey hundrað og fjøruti og fimm; kamelarnir fýra hundrað og tríati og fimm og asnarnir seks túsund, sjey hundrað og tjúgu.

v69  Summir av ættarhøvdingunum studdu byggingina við gávum; soleiðis gav landsstjórin í grunnin eitt túsund drakmur av gulli, fimmti offurbollar og tríati prestakápur. v70  Og summir av ættarhøvdingunum lótu í byggingargrunnin tjúgu túsund gulldrakmur og tvey túsund og tvey hundrað silvurminur. v71  Og tað, sum hitt fólkið gav, var tjúgu túsund gulldrakmur, tvey túsund silvurminur og seksti og sjey prestakápur.

v72  Prestarnir og Levitarnir og nakað av fólkinum tóku nú upp bústað sín í Jerúsalem og har um leið; og sangararnir og duravørðirnir og alt hitt fólkið búsettust í sínum borgum.