Fólkið játtar syndir sínar

v1  Á tjúgunda og fjórða degi í hesum sama mánaði savnaðust Ísraelsmenn saman og fastaðu, klæddir í sekki og við mold á høvdum sínum. v2  Og teir, sum vóru av Ísraels ættarkyni, skildu seg burtur úr øllum fremmandum fólkum og gingu fram og játtaðu syndir sínar og misgerðir fedra sína. v3  Og teir stóðu uppi, har teir vóru, meðan lisið varð upp úr lógbók Harrans, Guðs teirra, ein fjórðingin av degnum; annan fjórðing av degnum játtaðu teir syndir sínar og tilbóðu Harran, Guð sín. v4  Og Jesjua, Báni, Kadmiel, Sjebanja, Bunni, Sjerebja, Báni og Kenai stigu upp á Levitapallin og rópaðu við sterkari rødd til Harrans, Guðs síns; v5  og Levitarnir Jesjua, Kadmiel, Báni, Hásjabneja, Sjerebja, Hódia, Sjebanja og Petaja søgdu: »Standið upp og hálovið Harranum, Guði tykkara, sum er frá ævum og um allar ævir!« Tá hálovaðu teir dýrmæta navni hans, ið er hátt hevjað yvir alt lov og alt prís.

Fólkið lovar at halda lógina

v6  Síðan segði Ezra: »Eina tú ert Harrin; tú hevur skipað himinin, himnanna himnar, og allan her teirra, jørðina og alt, sum á henni er, havið og alt, sum í tí er; øllum tí gevur tú lív, og fyri tær nígur herur himnanna. v7  Tað var tú, Harra Guð, sum útvaldi Ábram og leiddi hann úr Ur í Kaldeu og gav honum navnið Ábraham. v8  Tú sást, at hjarta hans var trúfast móti tær, og gjørdi sáttmála við hann um at geva eftirkomarum hans land Kánáanita, Hetita, Ámorita, Perezita, Jebusita og Girgasjita; og tú hevur sannað orð títt, tí at tú ert rættvísur. v9  Og tá ið tú sást eymd fedra vára í Egyptalandi og hoyrdi neyðarróp teirra við Reyðahavið, v10  tá gjørdi tú tekin og undur á Fárao og á øllum tænarum hans og á øllum fólki í landi hans, tí at tú sást, hvussu drambsliga teir fóru við teimum. Og soleiðis vanst tú tær hetta mikla navn, sum tú enn hevur. v11  Tú kleyvst havið fyri teimum, so at teir mitt gjøgnum havið gingu turrskøddir yvirum, men eltarar teirra rindaði tú út í bládýpið, har teir sukku sum steinar í veldigum vøtnum. v12  Tú leiddi teir í skýstólpa um dagar og í eldstólpa um nætur til tess at lýsa teimum á tí vegi, teir skuldu ganga. v13  Á Sinai fjall steigst tú oman og talaði við teir av himni og gavst teimum rættvís boð, sannar lógir og góðar skipanir og boðorð. v14  Tín heilaga hvíludag gjørdi tú teimum kunnan, og boðorð, fyriskipanir og lóg gavst tú teimum við Mósesi, tænara tínum. v15  Tá ið teir vóru svangir, gavst tú teimum breyð av himni og lætst vatn streyma úr klettinum til at sløkkja tosta teirra. Og tú beyðst teimum at fara og taka tað landið til ognar, sum tú hevði svorið at geva teimum. v16  Men fedrar okkara gjørdust hugmóðigir og harðvunnir og vildu ikki lýða boðorðum tínum. v17  Teir bóru seg undan øllum lýdni og høvdu ikki í huga tey undurverk, ið tú hevði gjørt móti teimum; teir gjørdu svíra sín harðan og vildu í treiski sínum snúgva aftur í trældóm sín í Egyptalandi. Men tú, Guð, sum ert fúsur til at fyrigeva, náðigur, miskunnsamur, tolinmóður og ríkur í góðsku, tú segði teir ikki burtur. v18  Teir gjørdu sær stoyptan kálv og søgdu: »Her er Guð tín, ið leiddi teg út úr Egyptalandi!« og teir framdu mikil skemdarverk, v19  men í tíni miklu miskunn segði tú teir kortini ikki burtur í oyðimørkini; skýstólpin veik ikki frá teimum um dagar, men leiddi teir á vegnum, og eldstólpin ikki um nætur, men lýsti teimum leiðina, sum teir áttu at ganga. v20  Tú sendi tín góða anda til at kenna teimum skynsemi, og tú sýtti ikki munni teirra manna títt; og tú gavst teimum vatn, tá ið teir tystu. v21  Fjøruti ár í oyðimørkini gavst tú teimum alt, sum teimum tørvaði; klæðini slitust ikki burtur av teimum, og føtur teirra trútnaðu ikki. v22  Tú gavst teimum kongaríki og tjóðir og skifti teimum land allar vegir; teir tóku til ognar landið hjá Sihoni kongi av Hesjbon og landið hjá Og kongi av Básjan. v23  Tú gjørdi børn teirra fjølment sum stjørnur á himni og leiddi tey inn í tað land, sum tú hevði heitt fedrum teirra, at teir skuldu koma inn í og taka tað til ognar. v24  Og børnini komu og tóku landið til ognar; og tú lætst íbúgvar landsins, Kánáanitarnar, lúta fyri teimum og gavst teir upp í hendur teirra bæði kongar og tjóðflokkar landsins, so at teir kundu fara við teimum, sum teir vildu. v25  Teir tóku víggirdar borgir og løgdu undir seg góða jørð og hús full av øllum góðum, úthøgdar brunnar, víngarðar, oljutrø og ørgrynnu av aldintrøum; og teir ótu seg mettar og vórðu væl í holdum og gjørdu sær til góða av mikla ríkidømi tínum.

v26  Men teir vórðu mótræsnir og risu upp ímóti tær, tveittu lóg tína aftur um bak, og profetar tínar, sum við áminningum sínum vildu snúgva teimum við til tín, drópu teir og framdu mikil skemdarverk. v27  Tá gavst tú teir upp í hendur fígginda teirra, og teir fóru illa við teimum; men tá ið teir í neyðum staddir rópaðu til tín, tá hoyrdi tú tað av himni og gavst teimum bjargarar av tíni miklu miskunn, ið bjargaðu teimum úr hondum fígginda teirra. v28  Men valla høvdu teir fingið frið, so gjørdu teir aftur tað, sum ilt var í eygum tínum, so at tú gavst teir upp í hendur fígginda teirra; men tá ið teir nívdir av teimum aftur rópaðu til tín, tá hoyrdi tú tað av himni og bjargaði teimum av tíni miklu miskunn ferð eftir ferð. v29  Og tú royndi við álvarsomum áminningum at snúgva teimum aftur til lógir tínar; men í treiski sínum vildu teir ikki lýða boðorðum tínum og syndaðu móti fyriskipanum tínum, ið kunnu halda í lívi tí manni, ið ger eftir teimum; teir vórðu mótræsnir, gjørdu svíran harðan og vildu ikki lýða. v30  Í mong ár hevði tú umbæri við teimum og lætst profetar tínar við anda tínum áminna teir; men teir lurtaðu ikki eftir; tá gavst tú teir upp í hendur fremmanda tjóða. v31  Men av tíni miklu miskunn beindi tú ikki fullkomuliga fyri teimum, tí at náðigur og miskunnsamur Guð ert tú.

v32  Og nú, Guð vár, tú mikli, veldigi, øgiligi Guð, sum heldur fast við sáttmálan og miskunnsemina, lítilsmet nú ikki allar treytir, ið okkum hava verið fyri, bæði kongum, høvdingum, prestum, profetum og fedrum várum, ja øllum fólki tínum síðan á døgum Assurs konga og alt fram at hesum degi. v33  Tú ert rættlátur í øllum, sum tú hevur latið koma yvir okkum, tí at tú hevur sýnt trúfesti, men vit hava verið trúleysir. v34  Kongar, høvdingar, prestar og fedrar okkara hava ikki hildið lóg tína og ikki givið gætur eftir boðorðum tínum og teimum vitnisburðum, ið tú legði fyri teir. v35  Meðan teir sótu við egna ríki sínum í øllum góðum, sum tú gavst teimum, og við tí víðlenda, gróðrarmikla landi, sum tú opnaði fyri teimum, tá tænaðu teir tær ikki og viku ikki frá sínum vándu verkum. v36  Sí, nú eru vit trælir; vit noyðast nú at træla í tí landi, sum tú gavst fedrum várum, til tess at teir skuldu njóta ávøkst og góða tess. v37  Hin mikla úrtøka tess hevur lutast teimum kongum, ið tú vegna syndir várar hevur sett yvir okkum; teir valda bæði likamum várum og fenaði, sum teir vilja; vit eru staddir í miklari neyð!«

Fólkið lovar at halda lógina

v38  Vegna alt hetta hava vit gjørt óvikandi sáttmála, sum vit hava sett á blað; og á tí innsiglaða skjalinum standa nøvn høvdinga vára, Levita og presta vára.