Harrin oyðir Edóm fyri fíggindskap tess móti Ísrael

v1  Sjón Óbadia: Sí, sigur Harrin, drottin, um Edóm: Frætt hava vit tíðindi frá Harranum; sendur er boðberi út millum tjóðanna: Rísið, rísið upp til bardaga móti honum! v2  Sí, lítlan eg geri teg tjóðanna millum, vanvirdur skalt tú vera. v3  Títt hjartans hugmóð tøldi teg, tú sum hølast í berggjáum, situr uppi á hæddunum og hugsar við sjálvum tær: Hvør er tann, ið mær kann rinda til jarðar? v4  Tó at tú flýgur hátt sum ørnin og byggir títt reiður stjarnanna millum, rindi eg tær kortini oman haðan, sigur Harrin. v5  Vóru teir ikki tjóvar, ið komu at vitja teg, ránsmenn á náttartíð? – Á, sum tú ert løgd í oyði! – Teir tóku alt, sum teimum var tørvur á; vínberjatínarar komu til tín, men einki lótu teir vera eftir. v6  Hvussu verður ikki Esav rannsakaður, hvussu verða ikki fjaldu gripir hansara uppleitaðir! v7  Allir tínir sáttmálafelagar róku teg alt út at landamarkinum; vinmenn tínir sviku teg og ráddust á teg; ja, teir, ið ótu av breyði tínum, løgdu snerrur fyri teg. v8  Man eg ikki á tí degi, sigur Harrin, oyða vísmenninar úr Edóm og vitskuna av Esavs fjøllum? v9  Tá munnu Temans kappar skelva, og allir menn verða dripnir og oyddir av Esavs fjøllum. v10  Fyri valdsgerð móti Jákupi, bróður tínum, skalt tú hyljast í skomm og liggja oyddur allar ævir, v11  av tí at tú stóðst og hugdi at, tá ið fremmandir rændu hans eyð, og útlendskir brutust inn um borgarlið hans; tá ið teir kastaðu lut um Jerúsalem, tá vart tú sum ein av teimum. v12  Lít ikki meira væl nøgdur at degi bróður tíns, at ógævudegi hans; gleð teg ikki yvir Júdasynir á oyðingardegi teirra og tamba ikki aftur munn tín upp á neyðardegi teirra! v13  Far ikki inn um borgarlið fólks míns á glatunardegi teirra; horv ikki heldur í góðum hýri at ógævu teirra, og legg ikki aftur hond á ognir teirra á ógævudegnum; v14  statt ikki á vegamótum til tess at týna flóttamenn teirra, gev ikki yvir teir, ið undan komust á neyðarinnar degi! v15  Tí at nær er nú dagur Harrans yvir allar tjóðir; tað sama, sum tú hevur gjørt, skal verða gjørt við teg; gerðir tínar skulu koma niður yvir teg sjálvan.

Endurreising Ísraels

v16  Tí at eins og tit drukku á mínum heilaga fjalli, soleiðis skulu allar tjóðir støðugt drekka, tær skulu drekka og sløðra, og verða sum tær ongantíð høvdu verið til. v17  Men á Zions fjalli skal vera griðstaður; har skal vera halgidómur, Jákups ætt skal fáa aftur ognir sínar. v18  Og Jákups hús skal verða eldur og Jósefs hús til eldsloga, men Esavs hús at hálmi; tey skulu seta eld á tað og brenna tað upp, so at eingin verður eftir av Esavs húsi, so satt sum Harrin hevur talað. v19  Teir skulu ogna sær suðurlandið samt Esavs fjallaland og láglandið samt Filistalandið; og teir skulu ogna sær Efraims land samt Sámáriulandið og Ammonitar samt Gilead. v20  Og hinir herleiddu av Ísraelsmonnum, sum búgva í Hálu og Hábor, skulu ogna sær borgir Kánáanita alt at Záreptu; og hinir herleiddu úr Jerúsalem, sum búgva í Sefarad, skulu ogna sær borgir suðurlandsins. v21  Og bjargarar skulu fara niðan á Zions fjall til tess at kvøða upp dóm yvir Esavs fjøll. Og tá skal ríkið hoyra Harranum til.