høvuðsprestur undan útlegdini í Bábylonia hægsti prestur í templinum í Jerúsalem. Eftir útlegdina gjørdist høvuðspresturin oddamaðurin, eisini í politikki. Høvuðspresturin skuldi vera av Árons ætt. Í Hebr er Jesus lýstur sum høvuðsprestur í nýggja sáttmálanum. Hebr 2,17 og 8,1-13.