Jákup 1. ættfaðirin Jákup, ættfaðir Ísraels, sí 1 Mós 32,29, og tí onkuntíð brúkt sum fólkanavn = Ísrael; 2. Jákup, ein av teimum tólv lærusveinunum, sonur Sebedeusar, bróðir Jóhannesar; 3. Jákup Alfeusson, eisini ein av teimum tólv; 4. Jákup, bróðir Jesu; 5. Jákup, faðir Judas ápostul, sum bara er nevndur í Luk 6,16 og í Áps 1,13.