Kánáan í Gamla Testamenti er Kánáanland, landið vestan fyri ánna Jordan. Ísraelsmenn búsettu seg har og kallaðu landið Ísraelsland, landið, sum seinni fekk navnið Palestina. Fólkið varð nevnt kánanearar, men vóru ikki beinleiðis ein tjóð. Á ymsan hátt ávirkaði kánaneiski átrúnin gudsdýrkan Ísraelsmanna; hildið var, at teir viku frá Guði, serliga verður víst á tað í 5 Mós og hjá fleiri profetum.