ljóðføri Ivasamt er, um ljóðføri, sum eru lýst samlík, eru tað. Hebráiska orðingin í Gamla Testamenti og grikska orðingin í Nýggja Testamenti kunnu merkja hvør sítt.
básún bara í Nýggja Testamenti, t.d. Opb 8,2. Lík lúðri í Gamla Testamenti.
bjølla í Gamla Testamenti ikki altíð beinleiðis ljóðføri. Bjøllurnar vóru líkar klokku og vóru festar í høvuðsprestabúnan. Bjøllurnar klingaðu, tá ið høvuðspresturin gekk, 2 Mós 39,25, 2 Sám 6,5. Í 1 Kor 13,1 er bjølla kanska tað sama sum skálabumba.
bumba stevljóðføri líkt trummu, tó líkast tamburin. Stendur bara í Gamla Testamenti.
glymskál í Sám 18,6; lítið ljóðføri at sláa á.
harpa stórt streingjaljóðføri, í Sl 33,2 tíggjustreingjað. Í Nýggja Testamenti sittari.
ljóðpípa í Gamla Testamenti eru fleiri hebráisk orð týdd ljóðpípa. Ljóðføri, blást verður í, vanliga úr viði. Verður eisini nevnt í Nýggja Testamenti.
lúður (veðrahorn) (eisini gjørdur úr silvuri, sí 4 Mós 10,2) í Gamla Testamenti ikki veruligt ljóðføri, men varðlúður at boða til bardaga, Jósva 6,4, ella til høgtíðir, Sl 81,4. Í 1 Kong 1,39 blástu teir í lúður, tá ið kongur varð krýndur. Sama sum básún í Nýggja Testamenti, "pípa".
lýri í Bíbliuni harpa.
saltari fleirstreingjað ljóðføri. Fyrr týtt til skurðfjøl.
sekkjapípa stendur bara í Dán 3. Ljóðføri at blása í.
sittari trístreingjað til tólvstreingjað ljóðføri, vanligasta ljóðførið í Gamla Testamenti. Í Nýggja Testamenti týtt harpa.
skálabumba í Gamla Testamenti slagljóðføri, (tvær rundar, kúputar metalplátur slignar saman. Sí eisini bjølla.