mál Í Gamla Testamenti eru longdarmál og rúmmál upprunaliga ikki so nágreiniliga lýst, ikki sum ávísar eindir, men heldur sum fingur (t.e. fingra tjúkt), Jer, 52,21; løgd 2 Mós 28,16; 2 Mós 25,25; nevi, 3 Mós 2,2. Mált var við málibandi, Ez 47,3, ella málistong, Ez 40,3, høvuðsmálið alin er veruliga armurin niðan fyri albogan. Í Nýggja Testamenti hava fólk meira um at halda, tá ið grikskar og rómverskar málieindir verða nýttar.
Longdarmál.
alin armurin niðan fyri albogan (u.l. 50 sm), 5 Mós 3,11. Alin eftir "forna málinum", 2 Krýn 3,3 er eina løgd longri, sí Ez 40,5.
favnur (u.l. 2 metrar), Áps 27,28.
fingur t.e. fingra tjúkt (u.l. 2 sm), Jer 52,21.
gomed bara í Dóm 3,16; longdin ikki greið; men møguliga ein alin.
hvíludagsgongd strekkið, sum Jødi kundi ganga ein hvíludag (sí hátíð) (u.l. 1000 m), bara í Áps 1,12.
løgd (7-8 sm), 2 Mós 25,25.
míl úr latíni mille = 1000. Rómversk míl (1,5 km), bara í Matt 5,41.
sponn (knappliga 25 sm), 2 Mós 28,16.
stádia úr grikskum (192 m), Luk 24,13.
Rúmmál.
ankar lýsir bat, Jes 5,10 og Luk 16,6.
bat mál fyri løg (u.l. 40 l) 1 Kong 5,25, tað sama sum efa.
efa mál fyri turr evni, 1/10 homer (u.l. 40 l), 2 Mós 29,40, tað sama sum bat.
hin mál fyri løg, 1/6 bat (u.l. 6 1/2 l), 2 Mós 29,40.
homer mál fyri turr evni (knappliga 400 l), 3 Mós 27,16.
kanna í Jóh 2,6 tað sama sum grikska orðir bat.
káb mál fyri turr evni, 1/6 sea (góðir 2 l), stendur bara í 2 Kong 6,25.
kor mál fyri løg, Ez 45,14 og eisini fyri turr evni, 1. Kong 5,2, tað sama sum homer (knappliga 400 l).
log mál fyri løg (u.l. 1/2 l)), stendur bara í 3 Mós 14,10-24.
omer mál fyri turr evni, 1/10 efa (knappliga 4 l), 2 Mós 16,36.
sea mál fyri turr evni = 1/3 efa (u.l. 13 l), sea tað sama sum trý mál, 1 Mós 18,6.
tunna tað sama sum kor, Jes 5,10 og Luk 16,7.
tunnulendi 10 tunnulendi av víngarsjørð skulu bera ein bat, Jes 5,10 og Luk 16,7.