offur hvat trúgv fólk høvdu í fornøldini, so ofraðu tey til gudin ella gudarnar. Tey ofraðu ymiskt etandi, tilgjørt ella ótilgjørt. Upprunaliga varð hildið, at gudurin át tað, ið ofrað varð, sí 1 Mós 8,21; Sl 50,12-13. Men so við og við gjørdist ofrið gáva ella avgjald til Guðs. Tey ofraðu djór (í Gamla Testamenti bara fenað) ella avgrøði, vanliga ofraðu tey á altari, har tað ofraða varð brent. Fyrsta avkomið og fyrsta avgrøðin skuldu verða halgað Guði, t.e. verða ofrað, sí 2 Mós 13,1-16. Skilt verður ímillum reglulig offur, ofrað ávísar tíðir (sí hátíð), og offur til serlig høvi. Tær mest ásettu offurreglurnar eru savnaðar í 3 Mós 1-7.
Í Gamla Testamenti verður víst á offurfyrivarni, t.d. Sl 50,7-15; 51,18-19; Hós 6,6; Mika 6,6-8.
Í Nýggja Testamenti verður víst á tað sama sum í Gamla Testamenti, t.d. Mark 12,33, og fleiri ferðir verður víst til tað, ið stendur í Gamla Testamenti, t.d. Matt 9,13. At ofra varð púra avlagt, tá ið templið varð lagt í oyði í árinum 70 e.Kr., og Jesu deyða tóku fólk sum einasta og endaliga offur til fyribøtingar, t.d. Hebr 9,26, sí 1 Jóh 2,2. Offur verður ofta nýtt í fluttari merking, t.d. Róm 12,1; Fil 2,17.
Offurslag.
brennioffur samheiti á øllum ofrum, tá ið tað, ið ofrað varð, varð brent á altarinum t.d. 3 Mós 1.
droypioffur helst vín og allarmest partur í stórari offurgerð, t.d. 2 Mós 29,40. Blóðdrykkjuoffur verður púra havnað í Sl 16,4.
grónoffur sagt um øll offur av avgrøðini, annaðhvørt hon var heystað ella tilgjørd. Grónoffur kundi vera serskilt offur t.d. 3 Mós 6,7- 12, ella tað var partur av størri offurgerð, t.d. 3 Mós 14,10-20.
heiloffur samheiti á teimum ofrum, tá ið alt tað, ið ofrað varð, varð fullkomiliga brent, t.d. 3 Mós 6,15-16.
roykilsisoffur vælangandi evni, sum verða brend á roykilsisoffuraltarinum (sí altar), 2 Mós 30,1. Sí eisini roykoffur.
roykoffur veruliga ikki serskilt offur, men um roykin frá brenniofrinum, og sum Guð andar í seg, t.d. 1 Mós 8,21, ber saman "sum vælangandi royk fyri Harranum" t.d. 3 Mós 6,14-16.
sláturoffur samheiti á blóðigum ofrum, tað eru tey ofrini, tá ið djór verða slátrað, t.d. 3 Mós 17,1-9.
takkaroffur, máltíðartoffur offur, tá ið bara ein partur av tí ofraða varð brendur. Ein part av ofrinum fingu tey, ið bóru fram ofrið, t.d. 3 Mós 7, 29-36. Í Bíbliuni er máltíðaroffur ikki nevnt, bara takkaroffur.
Reglulig offur.
hátíðaroffur 2 Mós 23.18. Pílagrímshátíðirnar, páskahátíðina, vikuhátíðina og leyvskálahátíðina (sí hátíð) vóru nógv offur, 4 Mós 28,16-29,39.
hvíludagsbrennioffur varð ofrað á hvørjum hvíludegi, 4 Mós 28,9-10.
kvøldoffur, kvøldeldoffur, kvøldgrónoffur; ofrið, ið varð ofrað hvønn dag um sólsetur, t.d. 4 Mós 28,2-8.
mánaðarbrennioffur varð ofrað fyrsta dagin í hvørjum mánaði, 4 Mós 28,11-15.
morgunoffur, morguneldoffur ofrið, sum varð ofrað hvønn morgun í sólarrenningini, 4 Mós 28,2-8.
Offur til serlig høvi.
frumgróðraroffur, tað fyrsta av ársins avgrøði, ið skuldi verða ofrað, 3 Mós 2,14.
heitoffur, tað takkaroffur, ein ofraði, hevði ein verið illa staddur og hevði strongt Guði heiti, og Guð tá bjargaði úr neyðum, t.d. 1 Mós 28,20-22, uppfylt í 1 Mós 35,1-7. Heitoffur og sjálvboðin offur verða ofta nevnd saman, t.d. 3. Mós 23,38. Men í 3 Mós 22,23 síggja vit, at talan er ikki um sama offur.
reiggjanaroffur sí reiggja.
sektaroffur at veita sáttargerð fyri synd av óvart, 3 Mós 5,15-26. Sektaroffur og syndaoffur verða ofta nevnd saman, t.d. 4 Mós 6,11-12.
sjálvboðin offur, vórðu ofrað sum takkaroffur, ikki kravd. Sí eisini heitoffur.
syndaoffur ofrið, ið oftast verður nevnt í Gamla Testamenti. Við syndajáttan, 3 Mós 5,5-6, varð syndaofrið ofrað í sektarbót, tá ið hin einstaki ella fólkið hevði syndað, 3 Mós 4, ella ein var vorðin óreinur, 3 Mós 12,6. Tað, at syndaoffur verða nevnd, tá ið prestvígsla er t.d. í Ez 43,19-27, er kanska at verja fyri synd og óreinskan.
takkaroffur, máltíðaroffur at takka Guði fyri bjarging og frelsu, t.d. Sl. 50.14, men eisini at toknast Guði, t.d. 3 Mós 22,29-30. Sí eisini sjálvboðin offur og heitoffur.
vígsluoffur varð ofrað tá ið høvuðspresturin var vígdur og innsettur, 3 Mós 8,28.