pengar og vekt Sligið og myndað gjaldoyra var ikki vanligt fyrr enn u.l. ár 400 f. Kr. Frammanundan varð goldið við kopari, silvuri og gulli eftir vekt, smb. sekel komið av hebráiskum shakal = "viga", sí t.d. 1 Mós 23,16. Í Nýggja Testamenti hava fólk meira um at halda, tá ið tey nýta rómverskar og grikskar pengar. Sum nú er, skiftir pengavirðið alla tíðina, tí er óhóskandi at rokna pengar í Bíbliuni um til okkara pengar. Sum grundarlag at meta um pengavirði, kann verða nevnt, at 50 siklar í silvuri vórðu goldnir fyri ein homer (u.l. 400 l) av sáðkorni - byggi, 3 Mós 27,16, og at ein sea (u.l. 13 l) av hveitimjøli kostar ein sikul, somuleiðis tvær seur av byggi, 2 Kong 1.16. Í Nýggja Testamenti fær bønarmaður 1 denar um dagin, Matt 20,2.

beka = 1/2 sikul (u.l. 5 1/2 g), 2 Mós 38,26.

dárikur persiskur gullpengi, 1 Krýn 29,7.

denarur rómverskur pengi, sama virði sum grikska drakman, Matt 20,2.

drakma = 1/2 dárikur, Ezra 2, 69. Í Luk 15,8 er drakma grikskur silvurpengi, vigar u.l. 4 g.

gera = 1/20 part sikul (gott og væl 1/2 g), 3 Mós 27,25.

kesiti ber ikki til at seta virðið neyvt, 1 Mós 33,19.

mina = 100 grikskar drakmur ella 50 siklar (u.l. 700 g), Ezek 2,69.

oyra í Mark 12,42 rómverskur koparpengi, tað sama sum 1/2 skillingur.

pund vekteind sama sum rómversk litra (u.l.330 g) Jóh 12,3. Sum pengaeind = mina, Luk 19,13.

sikul vekteind = 20 gerur (u.l. 11g), 2 Mós 38,24. Sum pengaeind = 1/20 part dárik, Neh 5,15.

skillingur í 1 Sám 2,36 tikið upp aftur eftir hebráiskum orðaljóði, kanska ikki ávíst peiningavirði, merkir kanska "ein pengi". Í Matt 10,29 og í Luk 12,6 er skillingur tað sama sum ein rómverskur koparpengi = 1/10 drakma.

smápeningur í Mark 12,42 og í Luk 21,2 minsti rómverski pengi.

stater grikskur silvurpengi = 4 drakmur, Matt 17,27.

talent = 3000 siklar = 60 minur (u.l. 50 kg), 2 Mós 38,24-25.