profetur orðið er úr grikskum og merkir "ein, ið profeterar, kunnger" okkurt. Profeturin boðaði vilja Guðs. Eisini í kánaneiska átrúnanum vóru profetar, sum profetarnir í Gamla Testamenti vóru ímóti, sí t.d. 1 Kong 22. Í Nýggja Testamenti eru eisini summir, ið standa fyri kirkjuliðunum, profetar, t.d. 1 Kor 12,28; Ef 4,11.