salving í Gamla Testamenti varð salvað við olju, at fríðka holdið, at víga kongar og høvuðsprestar, t.d. 1 Kong 19,16 og 4 Mós 35,25, onkuntíð vóru eisini profetar salvaðir, Jes 61,1. Í Nýggja Testamenti salvaðu tey sjúk at grøða tey, Ják 5,14, og tey salvaðu tey deyðu til jarðarferðina, Mark 16,1. Í 1. brævi Jóh 2,20-27 verður orðið salving brúkt um heilaga andan. Sí eisini Kristus og Messias.