samkomuhús á grikskum sýnagoga = "samkoma"; heiti á húsinum, har Jødar, tá ið teir vóru komnir heim aftur úr útlegdini í Bábylon, hildu gudstænastu, lósu skriftirnar, bóðu og prædikaðu; men har var eingin prestur, og einki varð ofrað. Allastaðni, har ið Jødar búðu, bæði í Palestina og aðrastaðni, var samkomuhús.