Sámáriubúgvi fólk úr Sámariu. Fólkið har blandaðist, eftir tað at Assýrar hertóku tað 722 f. Kr. Júdearnir, sum komu heim aftur úr útlegdini í Bábylon í 6. øld f. Kr., hildu lítið um teir. Sámariubúgvar viðurkendu ikki alt Gamla Testamenti, men bara Móselógina 1-5 Mós. Teir høvdu tempul sjálvir uppi á Garizim fjalli, smbr. Jóh 4,21.