Siloam, veit, í henni rann vatnið úr Gihonkeldu í Kedrondali oman í ein brunn útsynningsmegin Sion fjall, Jes 8,6. smbr. Siloamhyl. Hizkia kongur læt gera vatnveiting gjøgnum fjallið, so at teir ikki mistu vatnið, vórðu teir kringsettir, 2 Kong 20,20. Tann parturin av Jerúsalem, sum var við Siloamhyl, eitur Siloam, Luk 13,4.