Ásjera kánaneisk gudinna fyri fruktbari. Ásjera er tann sama sum Astarte í sambandi við Báal. Ásjerustólpar vórðu reistir henni til heiðurs, teir ímynda kanska lívsins træ. Ásjera varð dýrkað á altarum og í halgidómum. Ásjerudýrkanin ávirkaði summi skifti ísraelsku gudsdýrkanina, t.d. 1 Kong 15,13.