umskering skera burtur yvirhúðina á kynsliminum á mannkyni. Nógvastaðni í Miðeystri verður mannkynið umskorið - eisini aðrastaðni í heimi. Í Ísrael var umskering merki og treyt sáttmálans; sveinbørn skuldu verða umskorin átta dagar gomul, 1 Mós 17,11-14. Hjá teimum kristnu hevði umskeringin, sum frá leið, einki at týða, t.d. Gal 5,6 og 6,15. Bæði í Gamla Testamenti og í Nýggja Testamenti verður orðið brúkt í fluttari merking t.d. 3 Mós 26,44; Jer 6,10; Róm 2,28-29.