ørk á latíni arca = "kassi", "kista". Í Gamla Testamenti er hebráiska orðið arca týtt til 1. skipið hjá Nóa, 1 Mós 6-9; 2. sáttmálaørkin, 2 Mós 25,10-16. Tá ið Ísraelsfólk var í oyðimørkini, stóð ørkin í opinberingartjaldinum, og í henni lá vitnisburðurin - heilagu talvurnar við teimum tíggju boðunum. Dávid flutti ørkina til Jerúsalems, 2 Sám 6, og í templi Sálomons varð hon sett í tað alraheilagasta, 1 Kong 8,6. Ørkin er óivað farin fyri skeyt, tá ið templið varð lagt í oyði í árinum 587 f. Kr., sí Jer 3,16.