Báal í vestursemitiskum málum sama sum "harri", ið varð brúkt sum heiti á kánaneiska fruktbarisgudinum og skilt sum navnið á honum. Báal varð dýrkaður í tarvkálvsmynd. Báals-navnið er ofta partur í staðanøvnum, t.d. 4 Mós 25,3 og 32,38, og tí verður tað av og á brúkt í fleirtali, Báalar, t.d. Dóm 2,11. Í merkingini "harri" varð tað brúkt um Ísraels Guð í mansnavni, t.d. Ísbáal 2 Sám 2,8. Men kánaneiska báaldýrkanin ávirkaði eisini ísraelsku gudsdýrkanina, t.d. Dóm 6,25.