Fariseari veruliga "skildur burturúr". Farisearar vóru uppi í einum trúarfelagi í jødadóminum. Teir vóru einir 6000 í tali. Fariseararnir løgdu seg eftir at halda Móselóg út í æsir, eisini viðtøkurnar fyri tempulprestarnar; teir vóru trúgvir tí, "forfedrarnir høvdu lagt eftir seg," og sum teir skriftlærdu høvdu skrivað og savnað, ikki sum Saddukeararnir. Sí t.d. Mark 7,1-13; Luk 18,9-14; Fil 3,5.