Harmageddon á hebráiskum = "Megiddo fjall". Har stóðu teir á varðhaldi og sóu oman yvir strandarslættlendið og Jizreelfløtuna. Eftir Dómarabókini 5,19 og 2 Kong 23,29-30, stóðu fleiri bardagar har. Í Harmageddon í Opb 16,16 verður sipað til, hóast ikki verður sagt hvar, at orrusta skal standa í seinastu tíðum.