Harrin í Gamla Testamenti av hebráiska orðinum adonaj, sagt um Guð. Navn hansara er Jave, stytt Jah, Jahu. Jødar vildu ikki nevna Guðs navn, tí teir óttaðust Guð, tí lósu teir Jave sum adonaj. Tí verður Jave týtt sum "Harrin". Í griksku týðingini týddu teir Jave til "Harrin", tí verða í Nýggja Testamenti bæði Guð og Jesus nevndir Harrin.